Vinna

Rækjuvinnan 2017

...

2017-02-28 18:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú havi eg verið í føroysku rækjuvinnuni í yvir 30 ár . Eg kann bara konstantera at tað gongur strúkandi ´´undanbrekku´´, tá eg byrjaði vóru 15 rækju loyvir, nú er gravarbakkin næst : 1 skip tað er tað sum eftir er.

Vit hava mist :

1 Vestgrønland

2. Jan Mayen

3. Grand Bank

4. Flemish Capp

5. Eystgrønland (gott nokk ikki mist men her eru ongar rækjur at fáa)

6. mist hjáveiðukvotuna av Svartkalva og Toski í Barentshavinum

Vit hava fingið :

1. Russland ::::: men sleppa ikki at fiska har rækjurnar eru !!!!!!!!!!!!!

2. 845 ts av makrelkvotu sum er alt ov lítið at gerð nakað skip út við

Eg kann kostantera at ALLIR Normenn og Allir hinir vit fiska saman við -normenn ??? grønlendingum- íslendingum og EU skip hava toskakvotu aftrat ella rækjukvotu í t.d Vestgrønlandi

Sum er havi eg skrivað nógv um okkara avtalu við Russar og øll, sum hava tíma at lisið tað, eru nokk trott av mínum grenji

Eg kann bara konstantera at ONKI hendir , enntá hevur ikki Russiski konsulin sum er ´´nábúgvi´´ við mynduleikanar i Russlandi hevur fingið hesa uppgávu sum skuldi verið baði sjálvsagt og nattúrligt ??????????????

Í løtuni er EITT tað snír seg um : eitt ørvitis prosjekt við uppboðasølu við einum fyri eyga og tað er at behaga ´´ konTórshavn´´ og tveir búðskaparfrøðingar og ein landstýrismaður

Og sum eg so ofta havi sagt og skriva so eru vit føroyingar hentir idiotar sum als ikki tora at tosa Rom ímóti (uttan Vestergaard) , sita og nikka bæði fyri russum og íslendarum sum seta okkum órímilig krøv, sum vit als ikki hava mótsvar fyri, hetta bara tí teir eru so ´´fittir´´ .

Ongantíð áður hevur føroysa fiskivinnan gingið so nógv í landskassan sum nú, so hví skal man kollvelta skipanina ???

Bjarni Petersen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder