2019-08-08 12:34

Hósdagin 12. september verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum um veðurlagsbroytingar á okkara leiðum.
Johan Mortensen, stigtakari, greiðir soleiðis frá:
Tað fara stórar veðurlagsbroytingar fram eisini á okkara leiðum. Vit støði í hækkandi hita á okkara leiðum fara Jens Hesselbjerg Christensen, Professari við Universitetið í Keypmannahavn, Bogi Hansen, Petur Steingrund og Sjúrður Hammer at viðgera hesi álvarsmál og hvat vit kunnu vænta okkum komandi árini.
Hvussu fara umstøðurnar hjá okkum at broytast ? Verður tað ov heitt hjá toskinum ? Hvat við fugli og øðrum livandi á landi ?
Tiltakið byrjar kl. 19.30 og er ókeypis.
Hiddenfjord er høvuðsstuðul og bjóðar gestunum laks. Føroya Bjór bjóðar okkurt gott afturvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald