
Hvussu kunnu vit skapa betri karmar um fíggjarligt støðufesti, er
fokus á ráðstevnu í Smæruni 9. mars 2018. Fíggjarligt støðufesti er
eitt aðalmál í samfelagnum.
Landsbankin og Váðaráðið vísa støðugt á, hvørji viðurskifti hótta
fíggjarliga støðufestið í Føroyum. Á ráðstevnuni seta vit fokus á
virksemi hjá føroysku peningastovnunum.
Harumframt fer ráðstevnan at viðgera fíggjarligt støðufesti í mun til
talgildan. Talgildan ger seg galdandi fyri flestu viðurskifti í okkara
samfelag. Hetta er eitt rák, sum er serliga umfatandi í Norðurlondum.
Mest sum alt virksemi hjá peningastovnunum er talgilt, meiri enn 95%
av øllum pengaflutningi er talgildur, og samstundis eru hópin av
talgildum gjaldoyrum sum Bitcoin og onnur komin í umferð.
Endamálið er at deila vitan um peninga- og bankaviðurskifti og skapa
eitt konstruktivt orðaskifti, sum kann vera til gagns fyri samfelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald