
Nú er skráin til ráðstevnuna sum KRIS skipar fyri tøk, og somuleiðis er tilmelding.fo latin upp.
Endamálið hjá KRIS er ein 0 ??? hugsjón og at ofrini fáa tað hjálp, sum teimum tørvar.
Skráin er sera áhugaverd, lærurík og gevur fakfólki, mynduleikum, fjølmiðlum, polittikarum og almenninginum innlit í trupla evni um kynsligan ágang.
Upplýsandi fyrilestrar
Sálarfrøðingurin Kuno Sørensen, frá Red Barnet er ein av serfrøðingunum á økinum kemur at hava fyrilestur um Børn og kynsligan ágang. Eisini kemur Lars Sørensen, sum mangir føroyingar kenna frá bókini ???Skam???. Lars er leiðandi sálarfrøðinguri á Psykiatrisk Hospital í Nykøbing. Lars Sørensen fer at halda fyrilestur um seinfylgjur av kynsligum ágangi.
Samrøða við yvirlivara
Ein sera djúp og innilig samrøða verður við ein yvirlivara, sum fer at greiða frá uppliving, frá at hava verið út fyri kynsligum ágangi til hvussu seinárini hava ávirkað gerandisdagin. Hetta er ein søga, sum áhoyrarin allarhelst seint fer at gloyma. Søgan er merkt av sorg, skomm men sanniliga eisini uppreisn og sigri.
At melda kynsligan ágang
Somuleiðis verður eitt sera áhugavert evnið viðgjørt:Hvat hendir, tá ið mann meldar. Ein yvirlivari, Olga Fríðunn Olsen greiðir frá sínari roynd at melda kynsligan ágang. Fólk frá kriminal løgregluni og Turið Debes Hentze, advokatur, greiða frá mannagongdum hjá løgregluni og rættarskipanini, tá ið eitt mál kemur fyri.
Tilbúgving og barnsburður
Eisini verður innlegg frá Jógvani Philbrow úr Pedagogfelagnum, sum fer at greiða frá hvussu tilbúgvingin er skipað á stovnum. Katrin Kallsberg, serlækni og løgtingskvinna kemur at greiða frá hvat kynsligur ágangur ger við kvinnur, ið eru við barn, og hvussu hetta ávirkar tær eftir føðing.
Ráðstevnan verður hildin 28. apríl í Norðurlandahúsinum, og tilmelding til ráðstevnuna er latin upp, og til ber hjá fólki at tilmelda seg á heimasíðuni www.kris.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald