JN

Ráðstevna um kynsligan ágang

...

2016-02-26 13:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Felagskapurin KRIS skipar fyri ráðstevnu 28. apríl í Norðurlandahúsinum.

Felagskapurin KRIS veitir tilboð um hjálp til persónar, ið stríðast við seinárin av kynsligum ágangi.

Ein partur av arbeiðinum hjá KRIS er eisini alment at kunna um kynslingan ágang.

Í hesum døgum verður arbeitt av øllum alvi, at seta saman eina ráðstevnu um kynsligan ágang í Føroyum.

Vit fáa vitjan av sálarfrøðingum úr Danmark, sum hava servitan innan kynsligan ágang av børnum og seinárinum hjá vaksnum.

Somuleiðis verður evnið lýst gjølla frá tí tað verður meldað til sálarviðgerð herímillum eisini rættargongdin hjá offrininum/krenkarinum og hvussu dómur verður fallin.

Uppteljingarnar av fráboðanum hjá KRIS í 2015 fleirifaldast, og hvat orsøkin er til hetta er ivasamt, vónandi tí ljós verður varpað á trupuleikan.

Endamálið hjá KRIS er ein 0 ??? hugsjón og at ofrini fáa tað hjálp, sum teimum tørvar.

Við hesari ráðstevnu vil KRIS geva fakfólki, mynduleikum, fjølmiðlum, polittikarum og almenninginum innlit í hetta trupla evni.

Tilmelding og nærri kunning um ráðstevuna verður tøk hósdagin 3 mars kl. 12.00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder