2016-08-24 11:56
Hósdagin 1. septembur verður forkunnug fiskivinnuráðstevna undir heitinum "Fyrimunir og vansar við fríari uppboðssølu". Ráðstevnan verður í Løkshøll í Runavík.
Á ráðstevnuni mynda altjóða granskarar skránna, umframt at føroyskir lyklapersónar innan fiskivinnu og búskap koma at hava fyrilestrar. Á skránni verða evni sum uppboðssøla, tilfeingisrenta, ineffektivitetur, veður, veiðuhagtøl og arbeiði við nýskipanarbólkinum umrøtt.
Røðarar eru Johnny í Grótinum, Magni Laksáfoss og Osmundur Justinussen úr Føroyum, Gary D. Libecap og Charles R. Plott úr Amerika, Martin Paldam úr Danmark og Jón Kristjánsson úr Íslandi.
Tilmeldingarfreist til ráðstevnuna er 29. august.
Meira kann lesast um ráðstevnuna áwww.r7.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald