Tór Marni Weihe, stigtakari til og ráðslimur í Tórshavnar Ungdómsráð, hevur sett umsitingini á Vaglinum fyrispurning um lærlingar. Heilt neyvt snýr spurningurin seg um, um kommunala umsitingin í Tórshavnar kommunu hevur mannagongdir, ið tryggja, at fyritøkur, ið gera størri byggiverkætlanir fyri kommununa, seta ella hava lærlingar í starvi.
Ungdómsráðslimurin sigur, at endamálið við spurninginum er at kanna, um mannagongdir eru á økinum, og um so er, um tær rigga.
»Veruleikin er, at eitt tað versta, ein ungur kann uppliva, er at ikki fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum. At gerast arbeiðsleysur sum ungur er ótrúliga niðurbrótandi og skaðiligt fyri tann einstaka, og tað hevur eisini avleiðingar við sær fyri arbeiðsmarknaðin og samfelagið sum heild.«
Tí hevur hann spurt, um kommunala umsitingin tekur spurningin um lærlingar til eftirtektar, tá ið størri byggiarbeiði eru til viðgerar. Hann vísír á, at í donskum kommunum er sera vanligt, at settir verða sonevndir ???sosialir klausular??? í sáttmálarnar, ið gjørdir verða millum kommununar og arbeiðstakandi fyritøkurnar. Klausularnir áseta, at so og so nógvir lærlingar eru knýttir at verkætlanini, antin í tíðarskeiðinum, byggiverkætlanin er, ella í føstum starvi í fyritøkuni.
Í spurninginum eftirlýsir hann, at ein meting verður gjørd av møguleikunum at seta tílíkar klausular í verk her í Føroyum. Hann heldur, at ein nullhugsjón mótvegis ungdómsarbeiðsloysi eigur at verða gjørd, men at hetta er eitt størri arbeiði, og sær onga orsøk til at bíða við at gera mun á økinum.
»Hetta er lutfalsliga einfalt átak, ið kann vera við at tryggja, at fleiri ung koma í arbeiði, og eg síggi ongan orsøk til at bíða við at gera mun. Alt ov ofta tosa politikarar leingi, uttan at nakað ítøkiligt verður gjørt. Tað haldi eg vera harmiligt.«
Hann endar við at vissa um, at endamálið als ikki at avlagað ella skeikla arbeiðsmarknaðin, og at tað er umráðandi, at størri trýst ikki verður lagt á fyritøkurnar. Endmálið er ikki, at fyritøkurnar fáa ein verri rakstur, og at avleiðingin verður, at fólk verða spard burtur í hinum endanum.
»Til tess, at lærlingarnir fáa eitt stað at arbeiða, er umráðandi at fyritøkurnar hava ein góðan rakstur. Tí skal tað sjálvandi ikki gerast trupulari hjá fyritøkunum at fáa endarnar at røkka saman og skapa íleggjarunum avkast upp á teirra íløgur. Klausularnir eiga tí at vera realistiskir. Fyritøkurnar hava tó eisini eina skyldu mótvegis samfelagnum og arbeiðsmarknaðinum, og tí er tað eisini rímiligt, at ein almennur arbeiðsgevari hevur hesi atlitini inni.«
Tór Marni metir eisini, at fyrtøkurnar hava eina áhuga í, at dugnalig ung fólk eru í læru, sum í framtíðini gerast góð og álítandi arbeiðsmegi.
Spurdur um, nær vit kunnu vænta okkum svar frá kommununi, sigur Tór Marni, at tað veit hann snøgt sagt ikki.
»Tórshavnar Ungdómsráð er so mikið nýtt enn, og okkara leiklutur í kommunupolitiska maskinaríinum er ikki blivin defineraður enn. Ongar formligar rammur eru, ið áseta, nær ið hesin fyrispurningurin skal svarast, ella um hann yvirhøvur skal svarast. Vit hava tó viðtøkur fyri ungdómsráðið, ið býráðið hevur góðkent, sum loyva okkum at koma við viðmerkingum og spurningum. Tí ivist eg ikki í, at vit fáa svar, og at tað neyvan er talan um mánaðar men vikur.«
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald