Trý feløg í USA eiga líka nógv virði sum 144 milliónir amerikanarar tilsamans.
Tað ber til, tá ið tann ótamda og karráa kapitalisman fær fullkomiliga fríar ræsur at arbeiða.
Samanborið við Føroyar og norðurlendsku vælferðarsamfeløgini eru fakfeløg nærum ikki til í USA. Hjá stórum parti av arbeiðarafjøldini har liggur tímalønin á 50-60 krónum um tíman, og hon hevur mest sum staðið í stað seinastu 20 árini í hesi kapitalistisku háðborgini.
Tað hevur sjálvandi tað við sær, at tey, sum eru múgvandi, fáa meira, meðan tey á niðastu rókum við lágu tímalønini eru noydd at taka fleiri arbeiði á seg fyri at fáa mat á borðið.
Aftur ímóti USA og øðrum ultra-kapitalistiskum londum, hava Norðurlond, Føroyar íroknaðar, fostrað sannar hetjur innan fakfelagsrørðsluna, bæði kvinnur og menn.
Men ráu kapitalistisku kreftirnar í føroyskum politikki eru nú blivnar meinlíkar teimum í USA, og eg hugsi um, hvat okkara undangongufólk í fakfelagsrørsluni høvdu sagt, um tey høvdu verið á lívi í dag.
Hvat høvdu tey sagt til, at tann sokallaði liberali Sambandsflokkurin legði uppskot fyri Løgtingið við tí eina endamáli at niðurlaga týdningarmesta vápnið, sum fakfeløg hava mótvegis arbeiðsgevarunum, nevniliga verkfalsrættin?
Fakfeløg og løntakarar vóru skelkað, meðan ein samdur Sambandsflokkur saman við Folkaflokkinum og Miðflokkinum fóru so langt, at tey vóru klár at leggja uppskotið fram og samtykkja tað, at tenninar fullkomiliga høvdu verið trektar úr føroysku fakfelagsrøðsluni, helst med alla.
Veljararnir hava so sanniliga víst sina misnøgd við hendan sokallaða liberala flokk, soleiðis at undirtøkan sambært veljarakanningum neyvan nakrantíð hevur verið lægri enn tað sama í 115 ára longu politisku søgu floksins.
Vit kunna verða errin og takksom fyri, at okkara samfelag uppí gjøgnum seinastu øld og til dagin í dag fostraði slíkar úrmælingar innan fakfelagsrørðsluna, at okkara løntakarar lønarliga eru á hædd við onnur framkomin lond.
Men trivnaður á arbeiðsplássinum er eins týðandi og løn og aðrar sømdir. Arbeíðstíð og frítíð mugu hanga saman í tí ferðmikla gerandisdegnum í 2021.
Flestu lond, sum vit samanbera okkum við, hava lægri vikutímatal enn vit. Mær er sagt, men eg havi ikki eftirkannað tað, at tey, sum arbeiða skiftisvakt i Íslandi, hava eina arbeiðsviku upp á 32 tímar.
Tiðir broytast. Tað var tann tíð, tá arbeiðsfólk og fiskimenn noyddust at bíða í mánaðir, áðrenn tey fingu sína løn í hondina.
Eg minnist, tá eg sum smádrongur var og vitjaði mostur mína í Sandavági í summarferiuni. Tá varð eg ofta sendur til handils at keypa gerandisvørur.
Men í staðin fyri pening gav hon mær eina bók. Tá eg hevði fingið vøruna, varð tað, eg hevði keypt, skrivað upp í hesa bókina. Ikki fyrr enn saltfiskalastin hjá skipinum varð seld, og reiðaríið hevði fingið peningin fyri lastina, varð lønin útgoldin til manningina.
Peningin út yvir tað, sum keypt var fyri í handlinum, fekk so maður mostur mína útgoldið. Men tá vóru gingnir fleiri mánaðar frá tí, at farið varð til fiskiskap, og aftur fleiri mánaðir, til reiðaríið fekk pengarnar fyri saltfiskalastina.
So nógv er broytt síðan tá, og nógv fer at broytast í komandi tíðum. Einki fer at standa í sama stað. Fyrr var tað ikki so vanligt sum í dag, at kvinnur vóru úti á arbeiðsmarknaðinum. Í dag er ikki er tann stóri munur á kynunum báðum í so máta.
Tí er tað blivið so nú, at tað er torført hjá serliga barnafamiljum at fáa arbeiði og frítíð at hanga saman. Tað er einfalda orsøkin til, at Javnaðarflokkurin hevur ætlanir um at leggja uppskot fyri Løgtingið at seta vikutímatalið úr 40 tímum niður í 37 tímar.
Sum væntað eru høgravendu politikkarnir ímóti, at tær føroysku barnafamiljurnar skulu fáa nakra bata í teirra stremban at fáa arbeiðstíð og frítíð at hanga saman.
Sjálvt um Føroya Arbeiðsgevarafelagið ofta hevur høgravendu politikkarnar sum sín forlongda politiska arm, so kann tó væl henda, at fakfelagsrørðslan og arbeiðsgevararnir hesa ferð í felag finna eina loysn, so at arbeiðsvikan kann verða stytt.
Í røðu, sum formaðurin í Starvsfelagnum, Súni Selfoss, helt á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum, segði hann, at felagið saman við royndum fólkum innan fíggjarheimin vóru í ferð við at kanna fíggjarligu avleiðingarnar av at seta vikutímatalið úr 40 niður í 37 tímar.
Ræðumyndir hava verið málaðar um, at kostnaðurin hjá samfelagnum fyri styttu arbeiðsvikuna fór at tátta í milliardina. Men sambært formanni Starvfelagsins, so vóru tað heilt onnur tøl, sum lógu á borðinum hjá teimum. Væl lægri tøl skilst, og tey fara at verða løgd fram seinni, boðaði hann frá.
Frank Davidsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald