Politikkur

Pyntar seg við læntum fjarðum

...

2015-10-12 19:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sandoyarleiðin

Nýggi landsstýrismaðurin í Samferðslumálum Henrik Old hevur nú borðreitt við broytingum á Sandoyarleiðini, og leggur undirritaða undir at gerast sintan um at hesar broytingar skulu koma í gildi.

Hvussu landsstýrismaðurin kemur til hesa niðurstøðu er ilt at fata. Tí sum landsstýrismaðurin veit, so eru tær broytingarnar ið nú verða settar í verk á Sandoyarleiðini avtalaðar langt áðrenn hansara tíð sum avvarðandi av Samferðslumálum.

Borgarstjórarnir á Sandoynni hava nevnliga arbeitt við hesum broytingum síðani fund ið B71 kallaði borgarstjórarnar inn til, og í góðum samstarvi við SSL eru broytingarnar avtalaðar, og skuldu koma í gildi 1. august í ár. Tíverri datt hetta niðurfyri, tá løgmaður skrivaði út val á ??lavssøku.

Henrik Old og nýggja samgongan skulu hava rós fyri at virða gjørdar avtalur á Sandoyarleiðini tvørtur um stjórnarskifti.

Tó tykist tað sum ætlanin er at pynta seg við læntum fjarðum í hesum máli, men lat tað fara.

Ikki teingja málini saman

Undirritaði hevur víst á ígjøgnum fleiri ár, at tað er stak óheppið at teingja Sandoyarleiðina og Nólsoyarleiðina saman.

At politiski myndugleikin brúkar Sandoyarleiðina sum ein bága fyri at nólsoyingar skulu fáa eina ferju sum er tíðarhóskandi er stak óheppið, tí hetta setur oyggjar uppímóti hvør aðrari, oyggjar sum annars eru sera líkar hvat tørvinum á samferðslu um firðirnar umræður. Hetta er ikki neyðugt, og tí er undirritaði heitur fortalari fyri at nólsoyingar skulu fáa nýggja ferju, sum burturav skal røkja Nólsoyarleiðina, og tí varð undirritaði eisini ein av teimum sum í undanfarna samgonguskeiði bar verklagslógina um nýggja Nólsoyarferju ígjøgnum í Tinginum.

Sandoyartunnilin verður veruleiki í 2021, og um arbeitt verður víðari við verkætlanini um nýggja Nólsoyarferju, verður hon í fyrsta lagi veruleiki í 2018-19. Tí er ikki nógvur munur á hesum tíðarskeiðum, so tað er neyvan hetta við avloysaraskipi til Sandoyarleiðina sum forðar fyri verkætlanini.

Fari at heita á Henrik Old um at umhugsa støðuna, og taka avgerðir sum ikki seta borgarar í landinum uppímóti hvør øðrum, sum savna heldur enn at spjaða.

Brandur Sandoy, Sandur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder