Tá øll onnur í Føroyum gjalda vegskatt fyri at koyra eftir vegum í Føroyum, so má tað sama verða galdandi til Vágar og Norðoyggjar. Annars verður borgarin viðfarin ymiskt, alt eftir hvar í landinum hann býr. Og tað er grundleggjandi skeivt.
Roynd verður nú gjørd frá politiskari síðu at gera útjaðaraøki r til avgjaldsøkir. Tað síggja vit, at núverandi samgonga roynir at gera. Undanførslur og lygnir verða nýttar, fyri at renna undan púra greiðum avtalum og samtyktum á Føroya Løgtingi. Fjølmiðlarnir verða eins og dukkur í dukkuleiki misnýttir av landstýrismanninum. Nógv demokratisk princippir verða brotin. Løgtingslógir verða brotnar. Avtalur verða brotnar. Politiski myndugleikin ger, at útjaðaraøkir verða verri fyri enn onnur økir og borgarar verða verri fyri tí teir búgva í ávisum økjum. Tað mest grundleggjandi í okkara demokratii, er júst at halda gjørdar avtalur og tryggja, at allir borgarar verða eins fyri lógini.
Um stutta tíð verður punktgjald eisini kravt av Klaksvík. Somu lygnir og undarførslur verða helst nýttar enn einaferð. Er hetta útjaðaraøkispolitikkurin í Føroyum ídag?
Marjus Dam, fyrrv løgtingslimur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald