Frá byrjan av, mitt í nítiárunum, virkaði Miðflokkurin miðvíst fyri at fáa tikið av einkarættin at senda út-og sjónvarp til føringar. Hóast óskiljandi og nógva mótstøðu fyrstu árini broyttist alt bráddliga (eftir miðvísa bøn teirra trúgvandi) og vit kunnu í dag njóta frælsið á hesum øki gjøgnum m.a. Rás 2, Lindina og ICTUS.
Fíggjarliga monopolið.
Eftir er at fáa fíggarliga einkarættin tiknan av, tí onki skil er í, at kringvarpið, gjøgnum tvangskravt gjald frá hvørjum einasta føringi, sleppur at seigpína privatu miðlarnar, bæði bløð og vørp!
Brot á mannrættindi.
Tað kann ikki vera annað enn eitt greitt brot á mannarættindi, at hvør einasti føringur verður tvungin at fíggja eitt virksemi, sum fyri mong er bæði særandi og niðrandi. Her hugsi eg um nógv, sum kritikleyst verður varpað út bæði úr ??tvarpi og Sjónvarpi (sum feskasta dømi minnast flestu óvirðiliga álopið á Zarepta og tað megnar samfelagsverjandi virksemið, sum trúføst menniskju dag um dag standa í har vesturi).
Public Service- eitt doyggjandi hugtak.
So løgið tað ljóðar, so verja eisini borgarligir politikara hugtakið Public Service og halda á hendan hátt lív í fíggjarliga monopolinum. Hetta er sera løgið, tí Public Service hevur somu grundsjúku sum socialisman. Hendan rendi seg fasta og er doyggandi og trúgv mær, tað sama ferð at henda við Public Service hugtakinum! Um fá ár fara vit at undrast yvir hetta løgna fyribrigdi, sum megnaði at trøllbinda fólk tvørturum politiskar hugsjónir.
Hvør er sjúkan?
Grundhugsjónin aftanfyri bæði Public Service hugtakið og sosialismuna er, at menniskjan, hugsanir og ætlanir hennara, er góð, men so er ikki- tíverri! Tí gjørdist sosialisman ein sorgarleikur fyri flestu tjóðir og fólk, har hon ótamd slap framat. Menniskju, við øðrum ætlanum enn góðum, tóku yvir og skaptu størstu líðingar søgan veit um í navninum á hesari ideologiini, sum var grundað á so góðar intentiónir.
Sama er við Public Service! Tað kundi verði so gott, men er tað ikki, tí tað er vorðið eitt ókeypis spælipláss hjá monnum og kvinnum, sum fyrilitarleyst, og tíverri mangan uttan stýring, misnýta hetta góða hugtakið mongum til sorg og trega.
Vit eiga at tora at taka hetta seinasta monopolið av!
Fáa vit í Miðflokkinum ávirkan aftaná løgtingsvalið, fara vit at virka fyri, at vanligi føringurin sjálvur sleppur at ráða yvir tí peningi, sum hann tíverri í dag verður tvungin at gjalda til monopolstovnin Kringvarp Føroya!
Jenis av Rana,
Formaður Miðfloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald