JN

Próvhandan á Sjónám

...

2015-06-19 23:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag var hátíðarhald í Sjónámi í sambandi við, at skipsatstøðarar (dekkarar) fingu prógv. Flokkurin taldi 9. Hetta er annar flokkur, ið tekur skipsatstøðaraútbúgvingina í Sjónámi.


Skipsatstøðaraútbúgvingin tekur støði í altjóða sáttmála um útbúgving av sjófólki. Skipsatstøðarar við handlisskipum í altjóða sigling - eisini føroyskum skipum - skulu eftir altjóða reglum um manning av skipum hava staðið prógv sum skipsatstøðari.

??tbúgvingin tekur 5 mánaðir, og hon er býtt upp í maritim evni (60%) og verklig evni (40%). Maritim bóklig evni eru m.a. siglingarlæra, samtíðarkunning og veðurlæra. Verkligu evnini eru m.a. smiðjulæra, viðlíkahald og arbeiðstrygd.

Undir lesnaðinum hava skipsatstøðararnir eisini verið m.a. á trygdarskeiði, bátaføraraskeiði, roykkavaraskeiði, radioskeiði (ROC), umframt á skeiði í verndaransni, maritimum enskum og reinføri.

Júst lokna skeiðið byrjaði 26. januar - næsta skeið byrjar 10. august. Enn eru pláss eftir.

Aftara rað frá vinstru: Rókur Eyvindson, Tórshavn, Bjartur Olsen, Argir, Fríði av Vollanum, Tórshavn, og Andru Poulsen, Norðoyri.

Fremra rað frá vinstru: Jón Hilmar Gerðarlíð, Klaksvík, Arni Rasmussen, Norðragøta, Janus á Bøgarði, Kaldbak, Hans Jákup Davidsen, Kvívík, og Ragnar Ludvig, deildarleiðari.

Sí fleiri myndir HER




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder