Prísurin fyri fiskirættindi á uppboðssølu skal vera lægri enn hægsta boð
Hetta
sigur Daniel Bromley, amerikanskur búskaparfrøðingur, ið leggur fram á stóru
ráðstevnuni um fiskivinnu, sum verður mánadagin í Norðurlandahúsinum
Eg eri farin at hitta Daniel Bromley, amerikanskur
búskaparfrøðingur, sum er komin til Føroya fyri løtu síðani. Mánadagin skal
hann leggja fram á stóru fiskivinnuráðstevnuni ???2018 ??? og hvat so????.
SUSPA!
Í einum samandrátti av sínari framløgu hevur hann brúkt
hugtakið SUSPA. Eg eri forvitin, tí prinsippið kemur mær fyri at vera løgið:
Tað stutta av tí langa er, at prísurin fyri tað, sum bjóðað verður uppá á eini
uppboðssølu, ikki verður tann prísurin, sum er tann hægsti á uppboðnum ...
Bromley er eingin ársungi, og hann hevur drúgvar royndir sum
ráðgevi. Hann er fyrikomandi og sinnaður at greiða frá, hvussu hetta við SUSPA
hongur saman. So hvørt sum samrøðan líður, og eg havi míni fyrivarni og mínar
spurningar, so er hann einki altráur eftir at siga mær, hvussu verðin hongur
saman.
Tú mást
grundgeva
Tvørtur ímóti. Hann vil nógv heldur lurta og hugsa, tá ið eg
seti fram mínar ???jú, men ...???. Og í summum førum hevur hann eitt skjótt og
greitt svar, og í øðrum er reaktiónin ???good question??? og hann hugsar væl og
leingi, áðrenn svarið kemur.
??? Tú kanst ikki seta eina nýggja skipan í verk við at ein
serfrøðingur sigur, at skipanin skal vera so og so, sigur Bromley.
??? Sjálvandi havi eg nøkur grundsjónarmið og eina vitan, ið
forma mítt uppskot. Men tað uppskotið má standa sína roynd í opnum kjaki við
tey, sum skulu liva við tí, um tað verður sett í verk. Tað má standa sína royn
í eini tilgongd, har tað verður konfronterað við allar teir partar av
veruleikanum, ið bara tit, sum liva her kenna, vísir ráðgevin á.
... og
lurta
??? Fortreytin fyri tilgongdini má sjálvsagt vera, at eisini
tey, sum eru í vinnuni vilja kjakast, eru fús at lurta og síggja veruleikan í
einum alternativum ljósi, og líka sinnað at lata seg sannføra sum at sannføra
meg um veikleikar í uppskotinum, sigur Bromley, og tekur eitt dømi:
??? Um t.d. onkur førir fram, at tað er ótrygt við
stutttíðarrættindum, so má man at grundgeva fyri tí. Og so má man vera opin
fyri at diskutera, hvat er trygt í tí givna førinum ??? eitt hálvt ella eitt
heilt, trý ár ella fimm og so frameftir, alt eftir, hvørji rættindi, talan er
um.
Rættindi
mugu bjóðast út
Bromley ??? ella Dan, sum hann rópar seg ??? heldur, at
útgangsstøðið fyri øllum orðaskiftinum sjálvandi má vera spurningurin, hvussu
samfelagið skal mennast og hvønn leiklut fiskivinnan skal hava í framtíðar
Føroyum.
Eitt av hansara grundsjónarmiðum er, at tað skal vera tað
almenna, sum eigur og bjóðar rættindini út. Fyri at prísurin á rættindum svarar
til tað virðið, hann hevur fyri tey, sum bjóða. Fyri at forða fyri
yvirkapasiteti í flotanum ??? sum er búskapar óskynsom og hevur við sær ovveiðu.
Og fyri at tað almenna ??? landsins borgarar ??? fáa lut í virðinum av tí
tilfeingi, sum vinnararnir á uppboðssøluni sleppa framat.
Og so eru vit aftur við SUSPU! Silent uniform second-price
auction. Stutt: Viðkomandi myndugleiki hevur ásett eitt TAC fyri eitt tilfeingi
fyri eitt ár ella fleiri. Hetta tilfeingið verður býtt upp í partsmongdir.
Hægst
bjóðandi taparin ásetur prísin fyri rættindi
Til hvørja einstaka partsmongd er frammanundan ásett, at eitt
ávíst tal av skipum fær hesa partsmongd ??? lat okkum sum dømi siga fimm. Lat
okkum siga, at 12 bjóða ??? tað gera teir í einum sokallaðum sealed bid, í
prinsippinum ein afturlatin brævbjálvi.
So hevur tú ein lista við boðum, frá hægst til lægst ??? frá
nummar 1 til nummar 12. Men bara fimm teir ovastu fáa partsmongdina. Teir fáa
ein fimtapart hvør. Ikki fyri hægsta prísin. Ikki fyri meðalprísin hjá øllum 12
ella teimum fimm hægst bjóðandi. Men fyri tann prísin, sum nr. 6 ??? tann hægst
bjóðandi taparin ??? bjóðaði!
Allir rinda minni fyri rættindini enn tey bjóðaðu. Hvussu
hongur hetta saman? Hvussu tryggjar hetta, at landsins borgarar fáa sum mest
burturúr? Og hvussu ávirkar hetta tey, ið skulu bjóða og tey boðini, tey koma
við ...? Hvussu tryggjar hetta, at tey, sum enda við at fáa rættindini rinda
rætta prísin?
Gleðir
seg til at at leggja fram
Eg mátti hitta Bromley og fáa eina forkláring. Og tað fekk eg
og fór klókari útaftur. Tá ið eg fór av hurðini aftur bedýraði Bromley, at hann
eisini varð vorðin um ikki klókari, so hevði fingið nøkur ting at hugsa um.
??? Tá ið spurt verður hví, so eru øll svar í prinsippinum
fyribils. Tey skulu grundgeva fyri, hví vit handla á ein ávísan hátt ella eiga
at handla á ein ávísan hátt. Tað er samstundis umráðandi at vera opin, um tað
verður grundgivið fyri, at svarini ikki longur eru egnað sum grundarlag fyri
handlingum, sigur Bromley, ið gleðir seg til at leggja fram í
Norðurlandahúsinum mánadagin.
Ráðstevnan ???2018 ??? og hvat so???? verður í Norðurlandahúsinum nú
mánadagin. Skrá og tilmelding á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo
??lavur
Waag Høgnesen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald