Nevndirnar í Norðoyartunlinum og Vágatunlinum hava avgjørt at lækka prísirnar frá 1. august 2017.
Prísirnir broytast soleiðis:
· Prísurin fyri hvønn túrin við haldi lækkar 16,7%, úr 30 krónum niður í 25 krónur. Hereftir ber til at ogna sær 20-túrahald fyri kr. 500,-, 40-túrahald kr. 1.000,-.
· Hald til akfør longur enn 6 metrar. Prísurin lækkar 25,9%, úr kr. 135 niður í kr. 100 fyri hvønn túrin
· Prísirnir fyri árshaldini og stakar túrar vera óbroyttir.
Eftir hesum broytingum verða prísirnir framvegis teir somu í báðum tunlum.
Galdandi frá 1/8-2017 | Stakir túrar 1 t/r | Lítið hald 20 túrar | Miðal hald 40 túrar | Stórt hald
| Árshald |
Akfør upp til 3.500 kg og styttri enn 6m |
100 kr |
500 kr 25 kr/túr |
1.000 kr. 25 kr/túr | 200 túrar 5.000 kr. 25 kr/túr |
6.000 kr 500 kr./mánaðin |
Akfør yvir 6 m. (bussar,lastvognar)
|
300 kr. |
2.000 kr 100 kr/túr |
4.000 kr 100 kr/túr | 100 túrar 10.000 kr 100 kr/túr |
|
Prísbroytingarnar fara væntandi at kosta báðum feløgunum knappar 5 mió. kr. í minni inntøku.
Tekna hald og spar 75%!
Príslækkingarnar økja um prísmunin millum ferðakostnaðin hjá teimum, sum hava hald, og teimum sum ikki hava hald. Við haldi kann ein persónbilur koyra 4 ferðir gjøgnum tunlarnar fyri somu upphædd, sum tað kostar uttan hald. Uttan hald (persónbil) er kostnaðurin framvegis kr. 100 fyri ein stakan túr. Á heimasíðu felagsins ??? www.tunnil.fo ??? ber til at tekna hald. Eitt túrahald kann ognast fyri kr. 500, kr. 1.000 ella kr. 5.000 og tá kann koyrast ávikavist 20, 40 ella 200 ferðir í tunlunum. Tað er eingin tíðaravmarking fyri hvussu leingi eitt hald er galdandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald