Vinna

Prinsendam hevur vitjað í dag

...

2017-08-21 21:43 Author image
placeholder

Prinsendam kom á Havnina tíðliga í morgun, og fór seinnapartin avstað aftur kós móti Íslandi. 

Skipið er bygt í Finnlandi og var tikið í sigling í 1988. Tað er 205 metrar langt og 28 metrar breitt. 

Skipið tók fram til 2002 740 ferðafólk og fram til tá taldi manningin 460. Í 2002 var tað umbygt og fór tað tá at taka 835 ferðafólk og manning fór at telja 443 fólk.

Vit tóku hesar myndirnar í Vestmannasundi seinnapartin og tvær tær aftastu í Havn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder