2015-07-08 15:21
Donsku rokklegendurnar Pretty Maids sparka ólavsøkuna í gongd á Tórsfest 2015, leygardagin 25. juli. Og tað verður eitt ordans spark, tí hetta er ein tiltikin góður livebólkur, ið verður høvuðsnavn á óalmennu setanini av ólavsøkuni.
Hóast rokkararnir úr Horsens hava 34 ár á baki, so geva teir enn tónleik út, og spæla konsertferðir kring heimin. Og um heiti á seinastu útgávuni ikki lýgur, so eru teir Louder Than Ever, nú teir koma til Føroyar við sínum rokkshowi.
Tónleikurin er dynamiskur, melodiskur, áhoyraravinarligur harður rokkur, spældur av fimm monnum, ið hava gjørt vælspældan rokk til sítt vørumerki.
Teir kava niður í sína lagaskjáttu og blanda nýtt tilfar við gomlum klassikarum, m.a. løg sum Red, Hot & Heavy, Future World og Sin-Decade. Tey stóru hittini eru Please Don´t Leave Me, Little Drops of Heaven og sjálvandi løg av Motherland og nýggjastu útgávuni Louder Than Ever.
Tórsfest 2015 verður í Gongugøtuni í Havn leygarkvøldið 25. juli og hetta er annað árið á rað, at Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri Tórsfest. Onnur tónleikanøvn sum fara á pallin verða Basshunter, Týr, Byrta, Swangah, Frændur, Hjarnar, Sakaris,SIC, Goresquad, Signar & John og fleiri.
Forsølan til Tórsfest byrjaði fyri viku síðani og forsølan hevur gingið sera væl. Fyrstu 300 atgongumerkini vórðu seld eftir bert 48 tímum.
Atgongumerki í forsølu eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn og á ebillett.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald