Mentan

Prestvígsla í Fríðrikskirkjuni

...

2015-02-24 20:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fólkakirkjan skrivar:

Sunnudagin 22. februar var prestvígsla í Fríðrikskirkjuni.
Í løtuni verður umvælingararbeiði gjørt í Dómkirkjuni, tí tók biskupur avgerð um, at vígslan av nýggja sóknarprestinum í Nes prestagjaldi skuldi fara fram í Fríðrikskirkjuni.
Nýggi sóknarprestur í Nes prestagjaldið er Ovi Brim. Ovi er 28 ára gamal, føddur og uppvaksin á Toftum. Hann hevur lisið guðfrøði á universitetinum í Keypmannahavn, við tilknýti til DBI, og varð hann liðugur við útbúgvingina fyri tveimum árum síðani.

Vígslan:
Vígslan byrjaði kl. 11.
Meðan skrúðgongan við prestum gekk inn eftir kirkjugólvinum, sungu kórini Eystanljóð og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni præludium. Síðani vórðu nakrir felagssálmar sungnir og lisið varð úr 1. Pætursbrævið kap. 4 og Jóhannes kap. 15.
Intimatiónina, ella vígslulýsingina, helt fyrrverandi sóknarprestur í Nes prestagjaldi, Jónsvein Bech.
Síðani var sjálv vígslan av nýggja prestinum. Tað var biskupur Jógvan Fríðriksson, sum hevði hana.
Biskupur byrjaði vísglutaluna við at lesa frá 2. Tim 2, 1 og 8 og frá Hebr. 7,28
Eftir hetta lósu 4 prestar hvør sítt stykki út Bíbliuni.
Síðan varð Ovi Brim formliga vígdur til tænastu sum prestur í tí føroysku fólkakirkjuni.
Sigast má, at hetta var ein sera hátíðarlig løta í Fríðrikskirkjuni, har sálmasangurin brúsaði, og Guðs orð varð borið fram sum Guðs orð. Sum tað verður sagt í 1. Pæt. 4, 11 ???um einhvør talar, tá tali hann sum Guðs orð??? og víðari verður sagt um tænastuna ???um einhvør hevur eina tænastu, tá tæni hann eftir teirri megi, sum Guð gevur, til tess at Guð má verða æraður í øllum lutum fyri Jeusu Krist; hansara er dýrdin og mátturin um aldur og allar ævir. Amen???.
Innsetan:
Seinnapartin varð Ovi Brim innsettur í kallið sum sóknarprestur í Nes prestagjaldi, sum umfatar Nes og Gøtu kirkjusókn. Tað var virkandi dómpróstur Sonja Klein, sum innsetti Ova í kallið.
Við hesa guðstænastuna sang kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni, og Ovi helt sína fyrstu prædiku sum sóknarprestur.
Eftir guðstænastuna bjóðaði Stiftsstjórnin saman við kirkjuráðunum báðum til ein náttverðabita.
Sigast má, at hetta verður ein dagur, sum fer at festa seg í minnið, sum ein sera góður og ríkur dagur.
Má Guð vælsigna Ova Brim í hansara kalli sum sóknarprestur.

Kaj Eli Hansen

Fleiri myndir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder