Politikkur

Prestar verða tvingaðir at signa samkynd

...

2016-03-13 22:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

KVF.fo skrivar:

??semja er í trivnaðarnevndini um, hvussu broytingarnar í hjúnabandslógini skulu tulkast??semjan snýr seg um, hvørt bispur sjálvur sleppur at gera av, um fólkakirkjan skal signa samkynd ella ikki.Katrin Kallsberg, forkvinna í nevndini, vil vera við, at bispur sjálvur skal taka stig til at seta eina nevnd at gera eitt uppskot um ritual.Ritualið - um samkynd skulu signast í kirkju - skal síðani góðkennast í Mentamálaráðnum.Jógvan á Lakjuni er varalimur í trivnaðarnevndini, men hevur umboðað Fólkaflokkin í nevndini í málinum um hjúnabandslógina.Hann er ósamdur við Katrina Kallsberg um, hvussu lógin skal tulkast.Jógvan á Lakjuni vil vera við, at prestar verða tvingaðir at signa samkynd í kirkjuni.Eisini Sambandsflokkurin heldur, at samkynd verða lóggivin inn um kirkjugátt, og flokkurin fer tí ikki at atkvøða fyri hjúnabandslógini, sum støðan er, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Hoyr eisini HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder