Mentan

Prestar í Vágum 1797 til 1892

...

2021-02-11 16:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Prestar í Vágum 1797 til 1892

Fyrilestur hjá Jógvani Ravnsfjall á Giljanesi 10. februar 2021.

Nú Vága kirkjubók 1797 ??? 1892 í kvøld verður framløgd, eri eg biðin at siga nakað um teir prestarnar, ið hava verði í Vágum hetta tíðarskeiðið.

Eg havi tikið upplýsingar úr ymsum bókmentum, m.a. Føroya biskupa, prósta og prestatal eftir Janus ??sursson, Miðvingasøgu eftir Mikkjal á Ryggi, Hugrák eftir Heina Haraldsen, Færøske Kongsbønder eftir Anton Degn, Saga Vágoyar og Mykines eftir Christian Osvald Viderø og Niels Lassen Holm, ætt og søga eftir Mathias Lassen, og úr øðrum bókum og greinum úr ymsum tíðarritum. Tó havi eg hildið meg mest til upplýsingar, har keldutilfar er brúkt.

Kirkjubókin, ið byrjar í 1797, tekur við á nýggjárinum tað árið, og tá er presturin David Johansen Wentzel enn í embætinum. Hann var settur sum prestur í Vágum í 1791 og er í embætinum fram til 31. mars 1797.

Sjálvt um David Wentzel var prestur í ein til tveir mánaðir aftaná fyrstu dagfestingina í hesi kirkjubók, kunnu vit siga, at hann ikki hevur skrivað nakað í bókina, tí tað er presturin Jacob Christian Schmidth, ið hevur ført alt tað fyrsta inn í bókina og frameftir, meðan hann var prestur.

David Wentzel hevur helst skrivað kladdur í bók ella á bløð, og so hevur Jacob C. Schmidth ført tað inn í ta nýggju bókina.

Jacob Christian Schmidth var prestur frá 1797 til 1800.

Hann var nógv avhildin av kirkjufólkinum her, og var hann biðin um at taka við próstaembætinum í Føroyum, men hann tók ikki av, helst tí konan vildi niður aftur til Danmarkar.

Næsti presturin var norðmaður. Tað var Ellef Haaber, vanliga kallaður Hábar.

Hann var prestur frá 1801 til 1811.

Ellef Haaber var kúlutur, av sjúku, og var heilsuveikur, men atlíkavæl glaðlyntur og dámdi væl føroyskan dans.

Hann var ógiftur, meðan hann var prestur í Vágum. Ein donsk, Frederica Anna Sophia Verdich var húsarhaldskona hjá honum. Mikkjal á Ryggi kallar hana Jomfrú Ferdig. Tvey ár eftir, at hann var fluttur til Noregs, fór hon av landinum til hansara at verða. Dagin fyri, sum hann doyði, hann doyði 11. mars 1820, gifti hann seg við henni.

Hóast Ellef ongar lívsarvingar átti eftir seg í Vágoynni, so kom navn hansara at liva víðari her, tí árið eftir at hann var farin til Noregs, í 1812, fingu hjúnini Jógvan Haraldson og Anna Tummasdóttir við Kirkjar í Miðvági ein son, ið tey kallaðu upp eftir presti, skrivaður Ellef Joensen. Frá honum kom ellefsnavnið at liva víðari í Føroyum, antin sum fornavn, men helst sum eftirnavn, Ellefsen.

So skuldi næsti presturin verðið Niels Nygaard.

Hann var tilnevndur sum prestur í Vágum í tveir mánaðir í 1813, men kom ongantíð í embæti.

Í tíðini frá 1811 og til ein nýggjur prestur kom í 1816 var prestloysi í Vágum, og røktu tá prósturin Peter Hentze og presturin í Norðstreymoy, Niels Lassen Holm, kallið.

Í 1815 var Severin Jørgensen, her kallaður Servin, tilnevndur sum prestur í Vágum, og sat hann í embætinum til 1819.

Meðan hann var prestur her, lá hann í stríð við prestin í Norðstreymi, Niels. L. Holm, m. a. um allar ognirnar á garðinum í Vágum og um troyggjur.

Meðan Niels L. Holm røkti kallið í Vágum, hevði hann m.a. latið ull út til fólk at tøta til troyggjur, so úrtøka fekst av ognini í kallinum.

Tá Severin Jørgensen kom í Vágar, hann kom fyrst á sumri í 1816, kravdi hann at fáa allar troyggjurnar til sín egna vinning, og hevði hann eisini fingið tær.

Niels L. Holm skuldi so fáa hetta í rættlag við semingsnevnd, men Severin Jørgensen noktaði hesum og noktaði eisini nevndarlimunum at møta og viðgera hetta málið. Hetta lat hann kunngerða í øllum prestagjaldinum, enntá av prædikustólinum.

At enda var hann stevndur, og honum var av myndugleikunum álagt at lata allar troyggjurnar aftur og at gjalda teimum, sum høvdu flutt kunngerðina runt í prestagjaldinum, fyri flutningin. Eisini var hann dømdur at gjalda lán aftur til Niels L. Holm, at veita honum endurgjald fyri at hava røkta ognirnar, ið hoyrdu til kallið, og at føra hansara egnu ognarlutir aftur til Kvívíkar.

Severin Jørgensen fekk eina harðliga átalu frá biskupinum fyri hetta.

Meðan Severin Jørgensen er prestur, verður ein nyggj kirkjubók tikin í nýtslu.

Á fremstu síðu hevur presturin skriva nakað áhugavert.

Tað er tað, at umframt kirkjubókina frá 1797, so eru eisini í prestagarðinum nøkur gomul bløð úr eini gamlari kirkjubók, sum Svaboprestarnir hava ført. Tað hevur so verði miðskeiðis í øldini frammanundan.

Hesi bløðini hevur setti fútin, Jákup Nolsøe, sent vestur til prestin í Jansagerði, aftaná at hann hevur ruddað upp í pappírunum hjá Sewel, sorinskrivara.

Frá 1819 til 1823 var aftur prestloysi í Vágum, og aðrir prestar, mest Peter Hentze, próstur á Sandi, og Niels L. Holm, prestur í Kvívík, røktu kallið.

Í 1823 kom nýggjur prestur í Vágarnar. Tað var Niels Johnsen Struer, vanliga kallaður Strúar, ið var tilnevndur sum prestur her árið fyri.

Strúar var ein ógvuliga virkin prestur, kundi prædika í fleiri kirkjum sama dag. Summi dámdu væl hansara prædikur og summi ikki.

Í 1831 var hann tilnevndur próstur, og eitt sum hann gjørdi sum próstur var at skifta sálmabókina út í Vága og Suðurstreymoyar prestagjaldi. Hóast stóra mótstøðu í prestagjaldinum var gamla Kingosálmabókin tá avloyst av tí evangelisku sálmabókini, ið var komin út í 1798.

Strúar tók lut í øllum arbeiði á garðinum, og eisini syrgdi hann fyri at gera fleiri úthús, meðan hann var prestur. Hann legði tað stóru Presttrøðna, nakað uttan fyri prestagarðin, inn. Eisini inniarbeiði á garðinum skipaði hann fyri, so har var nógv virkað til at selja og fáa peningaliga úrtøku burturúr.

Eitt sum Strúar er kendur fyri, og sum enn er í nýtslu, er metingarstongin, ið enn verður brúkt at máta skinnastøddina á grindhvali, tá grind er.

Saman við Haraldi uppi í Stovu í Miðvági gjørdi hann eina stong, uppbýtt logaritmisk, til at máta skinnastøddina á hvalinum við, tí tá var tað so ymiskt, hvussu hvalirnir vóru mettir, tá einki var at meta eftir.

Mikkjal á Ryggi tekur eisini til, at øll vóru samsint í tí, at grindaprestur var hann góður. Hann var eisini millum manna kallaður ???Grindapresturin.???

Hann sat sum prestur til 1838.

Árið eftir, í 1839, var Jens Engelsted tilnevndur sum prestur í Vágum.

Ikki hevði hann eydnuna við sær tað fyrsta árið, hann var prestur her.

Systir hansara, Otillia, sum saman við prestahjúnunum búði í Jansagerði, var ein morgunin av útróðrarmonnum funnin flótandi deyð úti fyri Kletti, nakað uttanfyri lendingina úti á Bakka.

Hildið var, at hon hevði forgjørt sær við at leypa á sjógv.

Sum soleiðis skuldið hon verðið grivin uttan fyri kirkjugarðin, men loyvi var givið frá amtinum, at hon kundi verða grivin inni í kirkjugarðinum. Og so varð.

Nakrar fáar mánaðir seinni, tann 15. desember um náttina kom eldur í prestagarðin og garðurin brendi niður í grund.

??ll fólkini fingu bjargað sær hálvnakin út, eisini prestur og prestakonan, ið var komin til at eiga, men tað mesta av ognarlutunum og innbúgvi fór í eldinum, bert tað, ið var í norðastu stovuni, varð bjargað.

Prestahjúnini fingu innivist Heimi í Stovu á Ryggi.

Tó so, tær tríggjar kirkjubøkurnar fyri Vága prestagjald, ið fram til tá áttu at vera í prestagarðinum, vórðu bjargaðar, og tær eru ein stórur partur av tí bók, ið verður løgd fram her í kvøld.

Eg kann her skoyta uppí, at út frá tí sum er upplýst í teimum kirkjubókum, sum nú eru útgivnar, Norðoya og Vága kirkjubók, har víst verður á eldri kirkjubøkur og bløð frá eldri kirkjubókum, so vil eg halda, at øll prestagjøldini hava havt kirkjubøkur, í øllum førum aftur til Norsku lóg Christians V frá 1687, eins gamlar og tann, ið er varðveitt fyri Eysturoyar prestagjald. Ja, kanska hava kirkjubøkur ella uppskriftir verið til fyri ta tíð, men tað má kannast meira um tað, áðrenn tað kann verða sligið fast.

Triðja vanlukkan, og helst tann ringasta, hendi Engelsted presti mánaðin eftir, tá kona hansara doyði 26. januar, 27 ára gomul. Hon hevði tann 11. januar føtt ein son, men kom aldrin fyri seg aftur.

Engelsted og sonurin vóru búgvandi Heimi í Stovu á Ryggi til nýggjur prestagarður var bygdur uppaftur í Jansagerði fyrst í 1840-árunum. Hann giftist uppaftur tvey-trý ár eftir tað, at konan var deyð.

Skúlagongd var byrjað í Vágum í 1829, og høvdu prestarnir ein stóran leiklut í skúlaundirvísingini.

Engelsted gekk eisini høgt uppí, at børnini í prestagjaldinum skuldu fáa góða undirvísing. M.a. var hann saman við trimum øðrum embætismonnum harliga móti ???Provisorisk regelment.???, ið var sett í gildi í 1846, og mestsum gjørdi enda á skúlagongdini runt landið nøkur ár seinni.

Í takksemi fyri ta samkenslu og hjálpsemi, fólk høvdu sýnt honum, stovnaði hann í 1846 eitt legat, skúlaskapinum í Føroyum at frama, støddin var 800 ríkisdálar.

Engelsted var í Jansagerði sum prestur til 1850.

Næsti presturin, ið skuldi verða í Jansagerði, var Julius Carl Gerhard Schleppegrell.

Han varð tilnevndur sum prestur í 1850 og sat í tveir mánaðir, men kom ongantíð til Føroya.

Ístaðin var tað presturin Poul Edvard Lange, ið hetta sama árið var tilnevndur sum prestur í Jansagerði.

Tá ið Løgtingið var endurreist í 1852 ,var Poul E. Lange saman við sýslumanninum Jákupi Sakarisson valdur í Løgtingið sum umboð fyri Vágoynna, og sat hann í Løgtinginum til 1855.

Poul E. Lange royndi, eftir at hann var komin sum prestur, at arbeiða fyri at fáa ta skipaðu skúlaundirvísingina, sum hevði nógva mótstøðu, at halda fram, men tað gekst illa.

Hann var prestur í Vágum til 1859.

John Johan Federik Svensen var tilnevndur sum prestur í Vága prestagjaldi í 1859.

Mikkjal á Ryggi sigur, at bæði Poul E. Lange og Svendsen søgdust at vera góðir prestar.

Í 1869 gjørdist hann sjúkur, sinnisveikur, og mátti hann flyta, fyrst til Havnar og síðani av landinum til Danmarkar, har hann var innlagdur á sjúkrahúsinum í Oringe við Vordingborg og var har til 1874.

V. U. Hammersheimb, próstur, mátti tá taka sær av kallinum saman við prestinum í Norðstreymi, Hans Jørgen Lohmann.

Hammersheimb sigur, at hann hevði ta fatan, at viðurskiftini millum kirkjufólkið her og prestin Svendsen vóru hjartalig, og eftir at hann var farin, spurdu tey ofta eftir, hvussu tað gekst honum.

Hann var loystur úr embætinum í 1871.

Næsti prestur var sonur Jens Engelsted prest, Georg Severin Valdemar Engelsted, føddur á Ryggi í Miðvági 11. januar 1840.

Hann var tilnevndur sum prestur í 1871.

Mikkjal á Ryggi skrivar, at hann hevði góðar prædikur og var nógv avhildin, og at yngri Engelsted og Svendsen høvdu nakað av læknakunnleika, og kom tað mongum væl við.

Hann sat í embætinum til 1878.

Aftaná kom Søren Hansen Hjort, tilnevndur sum prestur í Jansagerði í 1879.

Mikkjal á Ryggi skrivar, at hann var fróðligur og lívligur maður og frálíka góður talari, hugaður fyri kirkju og skúla.

Viderø skrivar frá vágafólki, at prestinum Hjort dámdi ikki dans. Eitt sunnukvøld var hann so biðin at koma í dansistovu at hoyra og hyggja at føroyskum dansi, sum var har. Tað, sum hann har hevði hoyrt og sæð, fekk hann at siga, at av hasum dansinum fer eingin illa, og bað hann tey dansa í Harrans friði.

Søren Hjort var prestur í Vágum til 1885.

So var aftur prestloysi frá 1885 til 1889, og mest sannlíkt røkti Iver Petersen Dall, prestur í Kvívík, kallið.

Tann seinasti presturin í hesi røðini, var Emil Victor Schau Bruun.

Hann var tilnevndur sum prestur í Jansagerði í 1889.

Mikkjal á Ryggi sigur, at hann var sjáldsama góður talari og fekk avrikað nógv gott ta stuttu tíð, hann var prestur í Vágum.

Emil Bruun stovnaði og var blaðstjóri á Færøsk Kirketidende (Nú Kirkjutíðindi) frá 1890 til 1897.

Viderø skrivar frá vágafólki, at Emil Bruun kundi prædika, men hann var tann fyrsti, sum sýtti at geva gávuseyð, og tað dámdi fólkinum her illa.

Men Viderø skrivar eisini, at ein í Mikinesi segði seg einaferð hava hoyrt Emil Bruun siga, at hann ikki í allari Danmørk hevði funnið slíka trúgv sum úti í Mikinesi.

Emil sat sum prestur í Vágum til 1892, tá hann gjørdist prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi.

Eg kann leggja aftrat, at síðani trúbótina hava 35 prestar havt embætið í Vágum, íroknað teir, ið nú eru. Og av teimum eru fimm føddir her eisini, meðan prestarnir hjá okkum, ið nú eru, báðir eru uppvaksnir her vesturi.

Takk fyri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder