Politikkur

P-pláss í Miðbýnum - Viðmerkingar til Heðin Mortensen

...

2021-07-24 09:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vísandi til samrøðu sum KVF hevði við Heðin Mortensen í tíðindunum 17.07.2021 kl 18, hava vit hesarviðmerkingar. 

1. Býlingurin ???Tinghúsvegur niðara borð ??? Kongagøta ??? Tungugøta og Lucas Debesargøta??? vil herviðsláa fast, at vit ikki eru ímóti at ánarin av grundøkjunum, har ætlaða p-húsið skal byggjast, skalsleppa at byggja á grundøkjunum. Tað, sum vit eru ímóti er, at Tórshavnar býráð og byggiumsitingTórshavnar Kommunu við Heðini Mortensen á odda er í ferð við at geva loyvi til at byggjafleirfaldaða vídd í mun til tað, sum verandi byggisamtykt leggur upp til. 

2. Samstundis sum býráðið og byggiumsitingin rennur ørindir fyri ánara av grundøkinum, eru teir eisinií ferð við at geva loyvi til at byggja eitt p-hús. Hetta er ein bygningur sum ikki er umfataður avverandi byggisamtykt, tí verandi byggisamtykt loyvir bert blandaða bústaða- og miðstaðabygging.Miðstaðabyggingin má einans vera hús, sum heilt ella lutvíst verða innrættað til handlar, skrivstovur,stovnar, samkomuhús, heilsubótarhølir og tílíkt. Og vit meta ikki at ???tílíkt??? umfatar p-hús. 

3. Í samrøðuni førir Heðin Mortensen fram at vit, borgararnir í býlinginum kring ætlaða p-húsið, havatvinnar kostir í at velja. Antin verða uml. 24 íbúðir bygdar á økið ella verður tað eitt p-hús til 150bilar við 8 íbúðum á ovastu hædd. Byggir ánarin av grundøkinum 24 íbúðir á 80 m² er tað ein samlaðvídd sum er 1.920 m² og er hetta júst tað sum verandi byggisamtykt leggur upp til. Tí standa vitspyrjandi, tá vit vera kunnaði í fjølmiðlunum; av sjálvum borgarstjóranum, at um ánarin avgrundøkinum í staðin byggir p-hús, so sleppur hann at trífalda byggistigið. Møguliga HeðinMortensen hevur eina frágreiðing upp á hetta. Og jú, býráðið kann væl steðga hesum, sum í alt ovstóran mun fer at oyðileggja okkara deiliga, hugnaliga og tronga býling, sum tíbetur er fullur avbarnafamiljum. 

4. Borgarstjóri okkara Heðin Mortensen hevur hug at sláa tað upp í glens, at vit eru tíðliga úti viðokkara mótmæli og viðmerkingum til ætlaðu byggingina av p-húsinum. Vit vilja við okkara mótmæliog viðmerkingum annars rætta Heðini Mortensen eina hjálpandi hond, so at tað ikki enn einaferðverður skotið fyrst og síðan spurt eftirfylgjandi. Tað eru alt ov nógv dømi um hetta. Tað seinastadømi um skilaleysa broyting av einari byggisamtykt er ræðusøgan við Karlamagnussarbreyt, sumhevur kostað okkara skattaborgarum nógvar milliónir. Legg tær í geyma, Heðin Mortensen, at taðtreyðugt ber til at bakka aftur, tá skaðin er gjørdur. Tískil vilja vit enn einaferð heita á ???eisiniokkara??? borgarstjóra, um at gera neyðugar kanningar, tað veri seg ferðslukanningar, kanning av røttustaðseting, umhvørvisárinskanning, tørvskanning og annars aðrar viðkomandi kanningar. Hesarkanningar skulu sjálvandi gerast áðrenn tað verður arbeitt víðari við at broyta byggisamtyktina. 

5. Vit meta ikki at tað er mangul upp á pláss í býnum, tá tað er talan um parkeringsøkir. Vit meta heiltfyri vist, at tann besta loysnin hevði verið at økt víddina á verandi p-økjum, men ikki soleiðis at 150bilar skulu koma afturat á hvørjum øki, men í staðin eitt stað millum 20 og 50 á hvørjum øki, oghetta skal sjálvandi gerast í samráð við íbúgvar og onnur á staðnum so at tað ikki verður eitt stórt ogoyðileggjandi inntriv í gerandisdegnum hjá teimum, sum búgva har í dag. At tað skal ganga út yvir okkara borgarar í býlinginum ???Tinghúsvegur niðara borð ??? Kongagøta ??? Tungugøta og LucasDebesargøta??? at okkara fólkavaldu á Vaglinum ikki hava hugflog at loysa parkeringstrupulleikarnar íTórshavnar Kommunu, skilja vit als ikki. Samstundis sum Heðin Mortensen vísur á, at tað ikki erutøk pláss í býnum til p-pláss, hevur Tórshavnar kommuna undirskrivað eina samstarvsavtalu við FSFum at fríðka um Gundadal. Ein partur av hesari ætlan er at gera eitt p-pláss við uml. 60 plássummillum Gundadalshøllina og Dansifrøi. Hvat við at gera tvey dekk oman á hetta p-pláss, so uml. 180pláss eru tøk. Hetta eru pláss sum kunnu brúkast av havnafólki og bygdafólki til dagligt og tá tað erustørri tiltøk í Gundadali, eru hesi pláss eisini kærkomin.

 Vit ynskja at verða hoyrd, og sum borgarar í kommununi, sum standa í einum trupulleika, er tað skyldaborgarstjórans at gera alt fyri at loysa hendan trupulleika. Tí vil grannalagið framvegis fegin samskifta viðTórshavnar býráð og fakligu fyrisiting kommunurnar um framtíðina í okkara býlingi og grannalagi, og umtrivnaðin hjá húskjum og millum húsa. Her er gott at búgva. Her trívast fólk, og her ynskja vit okkara lív ogtilveru. 

Vinaliga,Býlingurin ???Tinghúsvegur niðara borð ??? Kongagøta ??? Tungugøta og Lucas Debesargøta???Erland Viberg Joensen og Eyvind Akraberg Hansen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder