Hoyringar hjá stovnum undir ST!
Skrivligur fyrispurningur til Poul Michelsen, landsstýrismann frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni.
Á tingfundi 17. januar 2018 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.
1. Hvat er endamálið við hoyringum, sum Føroyar eru til hjá ST-stovnum, og er tað eitt krav, at vit skulu luttaka?
2. Hvussu eru ???serfrøðinga???nevndirnar samansettar, sum koma við hesum sera álvarsomu tilmælunum og áheitanum á Føroyar?
3. Hvørjir eru hesir sokallaðu ???serfrøðingarnir???, sum í heyst í samband við Barnarættindasáttmálan hava mælt Føroyum til, at ???lógin um fosturtøku eigur at verða dagførd soleiðis, at gentur í Føroyum fáa somu atgongd til trygga og lógliga fosturtøku, sum gentur í meginlandinum, Danmark???, og úr hvørjum londum eru teir?
4. Kann landsstýrismaðurin taka eina frágreiðing fyri fult, sum so týðiliga avdúkar, at tey, sum kalla seg serfrøðingar og koma við so álvarsomum tilmælum, als ikki kenna føroysk viðurskifti?
5. Hevur landsstýrismaðurin gjørt vart við skeivleikarnar, ella ætlar hann sær at gera tað?
6. Hevur rætturin til fosturtøku nakað sum helst við barnarættindi ella Barnarættindasáttmálan at gera?
7. Er fosturtøka yvirhøvur nevnd sum ein mannarættur í nøkrum sáttmála um mannarættindi?
8. Hevur landsstýrismaðurin nakra meining um, hví stovnar undir ST hava so stórt fokus á fosturtøkuspurningin í Føroyum?
9. Eru tilmælini nakað, sum ST-serfrøðinganevndirnar sjálvar finna uppá, ella koma hesar áheitanirnar upprunaliga úr Føroyum?
10. Heldur landsstýrismaðurin ikki, at ein mentað og framkomin tjóð sum Føroyar sjálv eigur at taka sær av slíkum spurningum uttan at ST skal blandast uppí?
Viðmerkingar:
Havi sum mangir aðrir føroyingar hildið tað ljóðað undarligt, at eitt so framkomið samfelag sum okkara javnan skal til hoyringar, onkuntíð nevndar ???próvtøkur???, hjá ST.
Tú skuldi trúð, at Sameindu Tjóðir høvdu okkurt annað at brúka resursirnar til, tá ið hugsað verður um, hvussu stór neyðin og elendigheitin er mangastaðni í heiminum.
Frágreiðingarnar haðani hava eisini fingið meg at undrast stórliga. Ja, satt at siga, verður tú skakkur og fært mistanka um, at her er okkurt heilt galið!
Í 2015 kom t.d. ein frágreiðing frá ???Cedaw???, sum er ein fyrisitingarligur stovnur undir ST. Í hesi frágreiðing sæst, at tey, sum átaka sær at átala Føroyar, yvirhøvur ikki kenna føroysk viðurskifti. Tey vita ikki so frægt, sum at Føroyar hava egnan lóggávumyndugleika, og at í Føroyum verður eingin lóg sett í gildi, uttan at okkara egna lóggávuting, Føroya Løgting, hevur samtykt hana!
Nevndin skjýtur nevniliga upp, at Danmark (?!) skal umhugsa at endurskoða síni sjónarmið um galdandi fosturtøkulóggávu í Føroyum, tí fosturtøkulóggávan í Føroyum ikki er tann sama sum í Danmark og Grønlandi.
Tað vil siga, at ST her mælir til, at Føroyar fáa fría fosturtøku!
Og nú í heyst hava vit sambært Uttanríkisráðnum aftur verið til eina hoyring hjá ST ??? hesaferð í sambandi við barnarættindasáttmálan.
Tað heilt merkiliga er, at í frágreiðingini, saman við tilmælum um barnarættindi, kemur aftur ein áheitan um at broyta fosturtøkulógina í Føroyum.
Sagt verður, og eg endurgevi: ???The Committee recommends that the State party align its legislation on abortion in the Faroe Islands with the legislation in mainland Denmark, with a view to ensuring equal access of girls to safe and legal abortion.???
Tey siga also, at ???Lógin um fosturtøku eigur at verða dagførd soleiðis, at gentur í Føroyum fáa somu atgongd til trygga og lógliga fosturtøku, sum gentur í (legg merki til) meginlandinum, Danmark.???
Hetta er skakandi at lesa! Fyri tað fyrsta kalla tey Danmark meginlandið! Men tað, sum er uppaftur verri: ST mælir aftur her til, at Føroyar fáa fría fosturtøku!
Og so er spurningurin, hvat fosturtøka hevur við barnarættindi at gera.
Tað er so nógv annað, sum eg undrist á í samband við hesar frágreiðingarnar, sum koma aftan á hesar hoyringarnar hjá ST.
Jú, víst mugu fólk spyrja, hvat ST er í hesum føri, og hvør tað man vera, sum situr í hesum sokallaðu ???serfrøðinga???-nevndunum. Munnu tilmælini vera nakað, sum tey sjálv finna uppá, ella koma áheitanirnar kanska úr Føroyum. Og ikki er tað løgið, um onkur undrast á, hví Sameindu Tjóðir hava so stóran áhuga í fosturtøkuspurninginum í Føroyum.
Vóni ikki, at tað veruliga er so, at nevndir í ST-skipanini brúka mannarættindi sum skálkaskjól fyri politiskum dagsskráum, og eg vóni heldur ikki, at tað er so galið, at tá ið mann sær, at tað ikki ber til at fáa sínar hugsjónir ígjøgnum her heima, ja, so roynir mann at fáa onkran ST-stovn at trýsta fyri seg!
16. jan. 2018
Jógvan á Lakjuni
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald