Ítróttur

Poul skal kannast fyri fleiri brot í andlitinum - myndir

...

2015-01-21 15:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var í gjár at portal.fo, bar søguna um at Poul Ingason hevði brotið nøsina, í einum vengjinardysti millum HB og Víking. 

Góðar keldur siga nú við JN.fo, at Poul kanska hevur brotið meira enn bara nøsina. So Poul skal nú kannast fyri fleiri brot í andlitinum.

Poul Ingason segði við Kringvarpið í gjár, at hann skumpaði Hans Jørgen Djurhuus í bringuna eftir takklingina og einki meira.

Kringvarpið spurdi eisini Víkinguleguna um málið, har verður sagt, at tá Poul Ingason reisti seg, bæði sló og sparkaði hann eftir Hans Jørgen Djurhuus. 

JN.fo hevur fingið nakrar myndir av Poul Ingason.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder