Vinna

Posta yvirskot sætta árið á rað

...

2019-04-05 15:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í 2018 vaks sølan hjá Posta við 12% og var umsetningurin fyri árið 114 milliónir.Rakstraríkastið ella EBITDA var uml. 12 milliónir, svarandi til góð 10% av søluni og hettametir nevnd og stjórn vera nøktandi. ??rslitið fyri skatt gjørdist 3,3 milliónir. Posta hevði í2018, 117 árverk. 

Tíðindaskriv: 

Virksemið í fríari kapping er vaksið munandi hjá Posta, bæði í Føroyum og uttanfyriFøroyar. Posta veitir flutningstænastur við stórum kundanøgdsemi og hevur Posta eittnú gagnnýtt økta kapasitetin um flogvøllin til innlendis og útlendis flutning og kann eittnú bjóða kundum at fáa feskar vørur loftvegis, bæði til og av landinum. 

Seinastu árini hevur Posta talgilt fleiri av sínum tænastum og eru enn fleiri talgildartænastur ávegis. Við Sjálvgreiðsluni hava viðskiftafólk lætta atgongd til tænastur, tá taðpassar teimum. Við appini hjá Posta kunnu viðskiftafólk fylgja sínum sendingum,umframt at til ber at lesa lýsingabløð. Í 2018 kom Posta, sum nakað nýtt, við einitænastu til Grønlendska marknaðin, sum gevur fólki í Grønlandi møguleika at keypa ánetinum og fáa vøruna senda til Grønlands. 

Fallið í brøvum var 7% í 2018, og tí hevur Posta umlagt postútberingina í februarí ár. Posta væntar tó at jaliga gongdin við vøkstri í virksemi og umsetningi heldurfram, og roknar eisini við yvirskoti í 2019

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder