Vinna

Posta keypir Shippingvirksemið hjá North West Chartering

...

2019-06-19 15:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í vikuni hevur Posta yvirtikið shippingvirksemið hjá North West Chartering, sum Jógvan L. Rasmussen hevur átt og rikið í nógv ár.

Virksemið er mest innan stórflutning av bulkfarmi og øðrum stórflutningi m.a. innan byggi- og projektvinnu, har NWC er millumlið millum
skipaeigarar og kundar, sum hava brúk fyri stórflutningi. NWC finnur rætta skipið til farmin og avtalar farmaprís og treytir millum partarnar. Allar flutningsavtalur verða grundaðar á altjóða góðkendar flutningstreytir. Virksemið hjá NWC er mest í Føroyum, Noregi og Íslandi.

Jógvan L. Rasmussen verður í starvi hjá Posta hálvt ár fram og verður eisini tøkur eftir hetta. Tórhallur Thomsen, sum frammanundan er
leiðari fyri innlendisflutningi hjá Posta, verður leiðari fyri shippingdeildina hjá Posta, North West Chartering.

???Posta og NWC hava í fleiri ár verið í samskifti um at Posta skal keypa virksemið hjá NWC, og haldieg, at Posta er rætta fyritøkan at taka
NWC áfram og víðk
a um virksemið???, sigur Jógvan L. Rasmussen.

Joel undir Leitinum, stjóri á Posta sigur at???keypið av NWC er liður í framhaldandi vakstrarstrategiinihjá Posta. NWC hóskar væl inn í virksemi okkara innan flutning, verði tað seg stórt ella smátt. NWC er eitt sterkt brand á marknaðinum fyri stórflutning og er tað okkara uppgáva at styrkja støðuna hjáNWC í Norðurhøvum???.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder