JN

Portalarnir klára seg betur enn KvF

...

2015-09-25 17:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kanning frá FFM (Felagið Føroysk Marknaðarfólk) vísur at flest fólk lesa tíðindi á portal.fo og in.fo. Áleið eins nógv lesa Vágaportalin og KvF.fo.

Hetta er eitt undrunarvert mynstur.

KvF hevur heimild til at taka 3600 kr frá hvørju húski. Hetta svarar til uml. 60 mió. árliga, ið teir m.a. skulu bera tíðindi fyri.

KvF hevur fleiri pengar at bera tíðindi fyri, enn allir teir privatu portalarnir tilsamans.

KvF hevur størri starvsfólkaskarða enn allir privatu miðlarnir tilsamans.

Hóast hesar ørandi peninga upphæddirnar og stóra starvsfólkaskarðan, so klárar KvF ikki at kappast við portalar, ið verða riknir av einum persóni og bera ókeypis tíðindi, les meira á Dagblaðnum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder