Politikkur

Politiskar hólmgongur í Perluni

...

2016-07-03 14:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hóskvøldið 7. juli kl. 19 verður stríð í Perluni, tá nakrirav okkara fremstu politikarum bresta saman í hólmgongu. Politikarar úrTjóðveldi, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum luttaka. Evnini eruloysing/samband, vælferðarpolitikkur og nýskipan innan fiskivinnuna.

 

Til fyrsta evnið eru tað Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisog landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaðurfyri sambandsflokkin, ið bresta saman. Skulu Føroyar gerast ein sjálvstøðugtjóð ella vera verandi í danska kongaríkinum? Hví, og hvørjir eru fyrimunirnirog vansarnir?

 

Um vælferðarpolitikk eru tað Bjørt Samuelsen, tingkvinnafyri Tjóðveldi, og Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, ið enda íhólmgongu. Hvussu skal vælferðin fíggjast? Skulu vit spara enn meir ella víðkaum vælferðartænasturnar?

 

Til triðja evnið eru tað Ingolf S. Olsen og JacobVestergaard, ið bresta saman í kjakinum um nýskipan av fiskivinnuni. Hvussuskal nýggja skipanin síggja út? Skal talan vera um almenna sølu avfiskirættindum ella skal skipanin vera í núverandi líki við smáum broytingum?


Unga Tjóðveldið skipar fyri, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder