??LL ger allan munin
Í samrøðu við Rás 2 í kvøld sigur Árni Gregersen, at hann undrar seg yvir, at fólk nú eru skelkað av, at øll fiskirættindi skulu seljast á uppboðssølu. Eg haldi ikki, tað er løgið, at fólk nú eru skelkað. Tí tað hevur mær vitandi ongantíð verið upp á tal, at ??LL fiskirættindi skulu seljast á uppboðssølu. Júst ??LL fiskirættindi er tað, sum ger allan munin. At partar av fiskirættindunum verða seldir á uppboðssølu, er ikki nýtt. Men at ??LL fiskirættindi skulu seljast á uppboðssølu er SPILDURNÝTT. Og tað skelkar. Tí tað kollveltir alla núverandi fiskivinnu. Tað kollveltir tilveruna hjá teimum, sum hava lagt alla sína orku og til tíðir allar sínar ognir í at skapa vinnuna. Tað kollveltir inntøkugrundarlagið hjá fyritøkum, sum í nøkrum førum í áratíggjur hava bygt sítt virksemi upp við støði í rættindunum. Og tað kollveltir fiskivinnuna á landi.
Tí eru vit skelkað. Tí Høgni Hoydal hevur ongantíð ??? fyrrenn nú ??? latið skilja, at talan er um taka ??LL rættindi frá teimum, sum nú hava rættindini. Og skipini. Og arbeiðsplássini. Og vitanina. Og lívsgrundarlagið.
Miðflokkurin hevur verið positivur fyri tankanum um uppboðssølu. Tað eru vit, tí vit halda grundleggjandi, at allir føroyingar eru føddir líka og eiga frá Skaparanum sama rætt til landið og tilfeingið og harvið somu atgongd. Men man brýtur ikki ein heilan bý niður og byggir hann uppaftur eftir einum degi. ??ll skifti skulu fara varisliga fram. Allar nýskipanir skulu fremjast við skili og við virðing fyri tí verandi. Tí vóni eg, at Høgni Hoydal saðlar um fyri at skapa í minsta lagi eitt líkinda útgangsstøði fyri semju við onnur enn bara samgonguna.
Bill Justinussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald