Politikkur

Politisk ætlan fyri Kunningar- og SamskiftisTøkni

...

2021-10-13 14:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Okkum tørvar politiskt at arbeiða visjónert innan kunningar- og samskiftistøkni (KST) og orða eina visjón um, at Føroyar gerast tann mest tøkniliga framkomnað smátjóð í heiminum. Vit mugu í hesum sambandi seta ítøkilig mál og leggja eina KST-strategi fyri Føroyar - fyri samfelagið og vinnuna. Vit hava áður víst í verki, at vit kunnu fremja stór átøk, eitt nú løgdu vit politiskt eina ferðavinnustrategi, nakað sum gjørdist ein sólskinssøga - vit kunnu endurtaka hetta við einari KST-strategi

KST - eittmust

Kunningar- og SamskiftisTøkni-vinnan og talgilding saman IOT (Internet of Things) kemur framyvir at hava uppaftur størri týdning fyri okkum øll og samfelagið, sum vit liva í, enn vit higartil hava upplivað.

Vit eiga tí meira málrættað at upp- og útbyggja okkara samfelag til at verða talgilt og harvið gera tað lættari bæði fyri almenna umsiting, privatfólk og vinnuna at gangnýta tænastur og gera síni ørindi av alskyns slag frá fartelefonini ella telduni.

Vit koma harvið bæði at effektivsera og rationalisera okkara tænastur á øllum økjum og geirum.

Hvørji fáa ágóðan at merkja av meira KST

Fáa vit t.d. Vinnuskránna, matrikuleringina og tinglesingina talgildað í næstum, so verður ongin bíðitíð meira, hvørki at fáa tinglisið ella matrikuleringar avgreiddar ella gjørt skrásetingar av ymsum slag í Vinnuskránni ella heinta relevantar upplýsingar.

Hetta er bara ein evarska lítil partur, sum her verður nevndur.

Eisini kann nevnast sonevndar smart-loysnir til røktar og eldraøkið og ansingarøkið, sum eisini koma at gera alt munandi lættari og tryggari fyri brúkaran og starvsfólkini.

??tbyggingin av samskiftisnetinum til fipur og 5G-tøkni er eitt neyðugt mál fyri at fáa optimerað og gagnnýtt komandi møguleikarnar til fulnar - tí er gott, um hesar verða framdar nú eisini.

Tiltøk setast í verk

Vit hava í løtuni sera væl útbúgvin fólk innan KST.

Vit eru kortini, sum er, munandi færri fólk í KST-vinnuni í Føroyum í mun til okkara grannar.

Av somu orsøk eiga vit at leggja nógv meira orku og dent á at fáa KST-útbúgvingina uppraðfestað, eisini so vit her heima kunnnu útbúgva bachelorar og vónandi eisini á masterstigi innan KST.

Til samanberingar, so eru í londunum vit samanbera okkum við, lutfalsliga tvífalt so nógv fólk í vinnuni har, í mun til her hjá okkum - tað sigur ikki so lítið, men vit kunnu uttan iva broyta hetta.

Tí er boðskapurin, at skulu vit gera okkum nakrar vónir um at koma i fremstu røð, so skulu vit hava tvífalt so nógv fólk í KST-vinnuna enn vit hava í dag, har umleið 700 fólk starvast.

Vit mugu fyri at flyta okkum skjótt fram á hesum øki hava:

- Eina KST-ætlan og eina KST strategi fyri Føroyar

- Vælútbygt samskiftis /teleundirstøðukervi (5G og fipur), t.v.s. vælútbygt alment undirstøðukervi

- Gera Føroyar áhugaverdar sum KST-íløguland og hava almennar skipanir, sum kunnu stimbra nýggjum KST-vinnum

- Gera tað áhugavert við tíðaravmarkaðum serskipanum fyri útlendsk KST-feløg at etablera seg i Føroyum og eisini stuðla og stimbra føroyskari íverksetan

- Vit eiga eisini at loyva at útstilla fleiri grunddátir ókeypis og viðvirka til meira KST-gransking

Hesi nevndu mál eigur politiska skipanin at verða við til at uppraðfesta og viðvirka til, at loysnir og verkætlanir verða framdar og neyðugur peningur settur av og kapitalur fingin til vega, so m.a. talgildingin kann fremjast munandi skjótari enn tað, sum vit í løtuni gera.

Politiska skipanin ígongdsetari

Politiska skipanin skapar karmarnar fyri at menna samfelagið og reka vinnu.

Tí kann politiska skipanin vera við til at tryggja og seta gongd á, at ein KST-ætlan fyri samfelagið og vinnuna verður gjørd og sett í verk - hetta í samstarvi við vinnuna.

Hetta krevur leiðslu, planlegging, organisering, stýring, samskipan og ikki minst handling.

Málið eigur politiskt at loysast ávikavist í Umhvørvis- og vinnumálaráðum sum partur av vinnupolitikkinum hjá landsstýrinum og í samstarvi við Mentamálaráðið, tá umræður KST-útbúgvingar. Fíggjarmálaráðið varðar av tele- og samskiftisfyritøkuni Føroya Tele.

Annars eri eg nøgdur við, at ein slík visjóner ætlan er partur av arbeiðinum hjá Vakstrarforum og vóni, at arbeitt verður skjótt við at veruleikagera endaligu ætlanina, tá henda fyriliggur.

Um vit bera okkum rætt at, kunnu Føroyar gerast eitt av heimsins fremstu og mest framkomnu londum at gagnnýta tøkniligar skipanir og loysnir.

Vit hava møguleikan at vísa øðrum smátjóðum eitt sera modernað og vælútbygt samfelag og verða undangonguland, sum onnur venda sær til fyri at síggja og læra av okkara succes.

Lat okkum saman gera hetta til veruleika, tí tað ber væl til at fremja í verki.

Johan Dahl

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder