JN

Politiken-Cup: Føroysku telvararnir komu aftur í kvøld

...

2015-08-03 02:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 10 føroyskir telvarar hava verið við í Politiken Cup, sum hevur verið í Helsingør - teir vóru Høgni Egilstoft Nielsen, Sigurð Justunussen, John Arni Nilssen, Heiðrikur T. Jacobsen, Sigurð Joensen, Elmar Reinert Fjallheim, Brandur Højgaard, Leif Reinert Fjallheim, Kaj Olsen og Benjamin Reinert Fjallheim.  Kappingin byrjaði 25. juli og endaði í gjár. Eisini var onkur føroyingur, sum telvaði undir donskum flaggi.

432 telvarar vóru við í kappingini.

Markus Ragger úr Eysturríki vann kappingina við 8 stigum - 9 aðrir telvarar høvdu eisini 8 stig.

Telvað vóru 10 talv. Av føroyingunum gekk best hjá Høgna Egilstoft Nielsen, sum fekk 6½ stig Høgni endaði á 56. plássi, John Arni Nilssen fekk 6 stig hann gjørdist nr. 102 og Heiðrikkur T. Jacobsen fekk eisini 6 stig, hann gjørdist nr. 120.


Les um kappingina HER.

Endaliga støðan er HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder