Politikkur

Politikararnir hava skyldina av vitleysu húsaprísunum í Havn ??? ikki bankarnir

...

2017-09-05 13:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

--Politikararnir hava skyldina av vitleysu húsaprísunum í Havn ??? ikki bankarnir

Okkara landspolitikarar føra í dag ein ógvuliga ágangandi og einvegis miðsavningarpolitikk, sum gongur út uppá, at vit skulu savna allar almennar tænastur, allar almennar stovnar og allarflestu skúlar í Havnini, og tað er hesin politikkur, sum er orsøkin til, at vit í dag hava fingið ein høvuðsstað, har sethúsaprísurin, sambært Degi og Viku í mánakvøldi, er blivin heilar 1,7 mió. kr. hægri enn í restini av landinum ??? men henda ólukkuliga orsøk verður ikki nevnt við einum orði í almenna kringvarpinum.

Høvuðstíðindini í Degi og Viku í mánakvøldi vóru, at nú er munurin á sethúsaprísunum í Havn og í restini av landinum hækkaður heilt upp í 1,7 mió. kr., har alt tíðindainnslagið stórt sæð var sum at síggja ryssu yvir deyðum fyli, tí ikki eitt orð varð sagt um tann vanlukkuliga miðsavninarpolitikkin, sum er orsøkin til hetta óskilið í okkara landi.

Tá ið Føroyar fyri nøkrum valskeiðum síðan blivu gjørdar til eitt løgtingsvaldømi, byrjaði ein ótamd sentralisering av øllum almennum tænastum og stovnum í okkara landi, og hetta skapir eina óhepna einvegis yvirupphiting av einum parti av okkara landi, meðan aðrir partar kølna og vikna ??? og hetta er orsøkin til, at vit í dag hava ein vitleysan sethúsaprís í Havn.

Landsstýrið byggir ikki land, men bara ein bý.

Ongantíð áður í mínum politiska lívi, havi eg upplivað eina so óhugnaliga sterka og einsíðuga landspolitiska sentralisering av okkara samfelag, sum eg síggi í dag, og eg kenni tað tí enn einaferð sum mína skyldu at rópa eitt hart varskó inn á Føroya Løgting og Føroya Landsstýri. Um vit hyggja at teimum íløgum, sum landið nú ger, so síggja vit, at allar stórar ætlanir um skúlar, universitet, lestrarumhvørvi, sjúkrahús, stovnar og bústaðir einvíst og miðvíst verða lagdar í ein og sama bý: Tórshavn, meðan restin av landinum bara fær molar.

Henda ófrættakenda gongd tók veruliga dik á seg, eftir at Føroya Løgting ??? uttan nakra fyrireiking ella skipaða mannagongd ??? samtykti við einum smølum meiriluta at avtaka tey sjey valdømini, sum okkara landspolitiska skipan hevur bygt á í mong, mong ár, og gera alt til eitt og sama valdømi. Avleiðingarnar av hesum politiska leiki síggja vit í dag, tí við einum valdømi er alt politiskt vald nú í Havnini. Tann einasti, fólkavaldi myndugleiki, sum enn er eftir úti um landið, eru kommunurnar, men har hoyra vit nú eisini sterkar landspolitiskar røddir tosa um at avmarka kommunala frælsið.

Heldur verandi landspolitiska kós fram ótarnað ??? har so at siga allar íløgur og landsstovnar detta niður í høvuðsstaðnum ??? so fer land okkara skjótt at missa enn fleiri av sínum eyðkennum, sum gera okkum til eina tjóð, og áðrenn vit varnast, verða Føroyar ikki longur eitt land við landafrøðiligum margfeldni og dynamikki, har vinnuligir kraftardeplar kring landið skapa eina sunna kapping, ið gevur vøkstur og framburð. Eitt av sjúkueyðkennunum av hesum politikki er tað, sum vit hoyrdu um í Degi og Viku, at nú er munurin á sethúsaprísunum í Havn og í restini av landinum hækkaður heilt upp í 1,7 mió. kr.

Fiskivinnunýskipanin styrkir sentraliseringina enn meira

Í løtuni er enn eitt politiskt átak á veg, sum fer at styrkja sentraliseringina av okkara samfelag enn meira. Búskaparligu avleiðingarnar av fiskivinnunýskipanini eru nevniliga, at hundraðtals milliónir skulu takast úr fiskivinnuni, sum í dag í mestan mun er í økjunum kring landið. Talan er um eitt árligt gjald upp á hundraðtals milliónir krónur, sum fara at verða tiknar úr vinnuni. Hesar hundraðtals mió. kr., sum landið fer at taka inn, fara inn í landskassan ella búskapargrunn, sum landið hevur ræði á og rætt at brúka burturúr, og vit vita øll, at landið brúkar meginpartin av sínum pengum í Havnini.

Tí er eingin ivi um, at henda fiskivinnunýskipan eisini hevur eina sentraliseringsstyrkjandi avleiðing, sum fer at gera, at miðstaðarøkið fer bara at bólgna enn meira, við teimum avleiðingum, sum tað hevur, tá ið ein lokalbúskapur verður yvirupphitaður. Her kunnu nevnast: leigugjøld, húsaprísiro.s.fr., sum búskaparfrøðin eisini sigur skapir nógva spillu. Heldur ikki hesin vinkulin verður lýstur av okkara almenna kringvarpi, men fyri tann skuld er hetta ein veruleiki.

Við einum valdømi fingu vit eina broytta landspolitiska skipan, har útgangsstøðið ikki longur tykist vera, at vit eru eitt land, har allir landspartar hava týdning og tí skulu hava sín part og sín leiklut. Nei, nú tykist útgangsstøðið heldur vera, at Føroyar er ein býur, og tí skulu vit hava ein stóran miðnámsskúladepil, eitt stórt sjúkrahús, eitt stórt lestrarumhvørvi ??? altso øll eggini skulu leggjast í eina og somu kurv ??? og eingin tykist hugsa um avleiðingarnar av hesum.

Ongin politikari torir gera nakað við hetta, tí um flokkurin skal gera seg galdandi landspolitiskt, so mugu stemmur til úr miðstaðarøkinum. Hetta er eitt heitt epli, sum ongin torir at røra og tí blívur óskilið bara verri og verri. Javnaðarløgmaðurin segði, at gjógvin millum miðstaðarøkið og restina av Føroyum skuldi minka, men júst tað øvugta hendir.

Miðstaðarpolitikarnir eru tó tíverri ikki bara teir, sum eru valdir í miðstaðarøkinum. Í hvussu so er, taka núverandi umboð í Norðoyggjum fult og aldeilis undir við hesum politikkinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder