JN

Politiið er enn áhugað at hoyra frá vitnum til innbrot í Bónus

...

2015-02-10 21:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Politiið er enn áhugað at hoyra frá vitnum.

Í tíðarbilinum frá leygarkvøldinum, umleið kl. 23:30 til mánamorgunin kl. 08:00 varð innbrot framt í Bónus við Norðskála. Brotsmenninir fóru inn gjøgnum bak-hurð sunnanfyri bygningin.

Stjolnir eru nógvur pengar og heilt nógvar sigaretter.

Politiið hevur onga beinleiðis ábending um, hvør hevur framt innbrotið, men løgreglan hevur fleiri slóðir at elta.

Um tygum hava hoyrt ella sæð okkurt har á leið, ella vita okkurt hesum viðvíkjandi, vinarliga boðað politinum frá á telefon 351448.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder