Ítróttur

Pole: Verjan stóð sera væl

...

2015-12-17 20:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir dystin í Hoyvík í gjár, sum StÍF vann á H71, fingu vit orðið á venjarin hjá StÍF, Pola J. Hansen.

Hvat er tað, sum tit gjørdu rætt?

- Vit avtalaðu áðrenn dystin, at hála eitt sindur av ferð úr dystinum. Vit hava koyrt allar dystirnar í ár, við rættliga nógvari ferð, men vit valdu at taka eitt sindur av ferð úr dystinum, tí vit vistu at vit ikki kundi knekka teir uppá kontosjónina, so brúktu vit rutinina ístaðin. Vit skiftu næstan einki út, og somu spælarir spældu allan dystin, tað haldi eg var tað sum var avgerðandi.

Hvat heldur tú ikki riggaði hjá H71?

- Tað riggaði ikki hjá teimum, at koma forbíð okkara verju, so haldi eg at okkara grønlendski málverji Isak stóð rættliga væl, hann møtti omanfyri helvtina av skotunum.

Fara tit nú eftir seinna finaluplássinum?

- Tað er hopileys hjá okkum at siga, tú sært hvussu óstabilir vit eru. Vit taptu móti neistanum næst síðstu viku, og nú vunnu vit so á H71, vit eru ov óstabilir til at fara eftir nøkrum, tí mugu vit taka ein dyst á gangin, segði Pole við JN.fo eftir dystin í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder