2016-03-20 12:19
Grønlendski trolarin Polar Princess hevur havt rokfiskiskap í norskum sjógvi, teir hava fiskað 850 tons av toski og upsa í 19 dagar
Polar Princess byrjaði fiskiskap 28. februar, teir komu í gjár inn í Norður-Norra at landa veiðuna.
Tað eru 26 mans við Polar Princess, teir flestu eru grønlendingar og so nakrir føroyingar, skipari er Leivur á Rógvi í Vestmanna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald