2016-06-12 10:00
Polarhav og Stjørnan landaðu í gjárkvøldið á Kósini, teir høvdu tilsamans 240 tons av gulllaksi, sum Tavan í Leirvík keypti.
Teir hava hendan túrin roynt vestanfyri.
Polarhav og Stjørnan loystu aftur seint í gjárkvøldið og eru nú ávegis suður ímóti ES-markinum, har hini 4 gulllaksaskipini royna, teir verða á fiskileið beint eftir middag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald