2016-09-20 06:07
Polarhav og Stjørnan komu á Klaksvík tiðliga í morgun við 130 tonsum av gulllaksi, sum teir landa á Kósini, veiðan verður síðan koyrd við bili til Leirvíkar - tað er Tavan sum keypir gulllaksin.
Vit á JN.fo tosaðu umborð á Stjørnuna seint í gjárkvøldið, teir søgdu frá, at tað hevði viðrað sera illa, teir høvdu ligið bakk í tríggjar dagar hendan túrin.
Teir søgdu eisini, at gulllaksakvotan, sum er 13.000 tons, er øll fiskað, tað eru bara Vestmenningur og Skoraberg eftir, teir royna móti ES-markinm sunnanfyri - teir landa í vikuni.
Stjørnan og Polarhav fara nú á upsaveiðu, teir verða helst klárir at fara avstað aftur í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald