2017-06-01 07:46
Partrolararnir Polarhav og Stjørnan komu á Klaksvík tíðliga í morgun við útvið 250 tonsum av gulllaksi, sum teir landa á Kósini. Tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin.
Vit á JN.fo tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, teir hava roynt í vestara kanti av Føroya Banka, tað er góður gulllaksur teir hava, vektin liggur millum 400 og 450 gramm.
Polarhav og Stjørnan fara nýggjan túr seint í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald