2015-12-19 16:26
Polarhav og Stjørnan koma á Klaksvík seinnapartin, teir hava verið á Havyard skipasmiðjuni í Leirvik í Vestur-Norra í dokk síðan fyrst í november.
JN.fo tosaði umborð á Stjørnuna fyrr í morgun, teir siga at skipini eru sum nýggj, alt hevur fingið eina hond, høvuðsmotorarnir og ljósmotorar eru høvuðsumvældir, skipini eru sandblást og málaði uttan - skipini hava skift lit og hava nú JFK-litin.
Eisini hava teir lagt fasta barlast - uml. 70 tons - í botnin, og sett slengrikjølar á - tað hevur broytt skipini nógv, tað merktu teir væl nú á heimferðini úr Norra.
Teir fara nú at rigga til, at fara avstað aftur - ??tlanin er at fara nýggjan túr beint eftir jól.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald