Vinna

Polarhav fingið um skrúvuna

...

2019-01-21 09:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vørn skrivar: Partrolarin ???Polarhav??? boðaði í morgun (20.januar 2019)frá, at teir høvdu fingið millumhálaran um skrúvuna. Polarhav var staddur eysturi á Fugloyarbankanum.
Millumhálarin er endin sum partrolarar brúka, til at fáa tann eina endan á trolinum frá hinum trolaranum
Brimil var staddur norðanfyri og setti alt fyri eitt kós móti og var hjá teimum kl 1300, settu fast og fóru at sleipa móti Sundi
Komu á Sund kl 2100, og fóru kavarar tá niður at skera av skrúvuni.
Stjørnan og Polarhav byrjaðu túr sunnudagin og hødu bert havt eitt hál í part.
J.F.K trol í Klaksvík eigur Polarhav sum samtrolar við Stjørnuna.???

Sì fleiri myndir her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder