Vinna

Polar Princess og Polar Amaroq skulu landa í Kollafirði

...

2017-09-04 10:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Grønlendsku skipini Polar Amaroq og Polar Princess eru bæði áveg á Føroyar, teir hava fiskað í altjóða sjógvi, tætt norður úr føroyska markinum, teir hava bæði sild og makrel.

Polar Princess hevur 800 tons av frystum, sum teir landa í morgin í Kollafirði.

Polar Amaroq hevur 600 tons av frystum, eisini hava teir fullar tangar av feskum, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði í morgin, aftaná landa teir tað frysta í Kollafirði.

Faroe Agency er umboð hjá grønlendsku skipunum í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder