Vinna

Polar Princess landar í Tromsø

...

2019-02-24 12:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Grønlendski trolarin Polar Princess, sum hevur fiskað í norskum sjógvi í Barentshavinum, er áveg inn til Tromsø at landa.

Teir hava havt rokfiskiskap, teir hava fiskað knapt 1.400 tons av heysaðum toski í ein mánaða, teir løgdu nakað upp í Sortland 7. februar.

Polar Princess er gamli Polar Nattoralik, skipið bleiv umbygt og longt í 2014, tá varð tað longt 18 metrar, skipið er nú 88 metrar langt. og 15,4 metrar breitt.

25 mans plaga at verða við Polar Princess, harav eru nakrir føroyingar, skipari hendan túrin er Leivur á Rógvi úr Vestmanna.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder