Vinna

Polar Princess landar í Kollafirði

...

2015-12-18 17:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Grønlendski frystitrolarin Polar Princess kom á Kollafjørð tíðliga í morgun, við knapt 600 tonsum av svartkalva og toski, sum teir landa í Kollafirði, veiðan er fiskað í Vestur- og Eystur-Grønlandi.

Vit tosaðu fyri løtu síðan við skiparan Leivur á Rógvi, Leivur sigur, at teir longu í morgin seta kós í Barentshavið, har teir eiga 143 tons eftir at fiska í ár - eftir árslok fiska teir so av kvotuni fyri 2016.

Í dag eru nógvir handverkarar umborð - teir gera ymisk viðlíkahaldsarbeiði, áðrenn leiðin verður løgd í Barentshavið.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder