2016-04-16 13:00
Polar Princess ið hevur verið til fiskiskap í Barentshavninum, hevur sett kós móti Føroyum, teir verða í Føroyum mánamorgunin. Polar Princess hevur 720 tons, sum verður landað í Kollafirði.
Í Føroyum verður skift manning og útgerd tikin umborð.
Kvotan er uppfiskað í Barentshavinum, so nú verður farið til Grønlands á svartkalva veiðu, sigur skiparin á Polar Princess við JN.fo.
Polar Prinvess hevur verið tvær ferðir í Norra síðani túrurin byrjaði, teir hava síðani teir fóru til fiskiskap fiskað góð 1.800 tons av heysaðum í 40 fiskidagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald