2016-01-13 22:25
Grønlendski trolarin Polar Nanoq kom á Havnina beint fyri middag. Teir leggja trolútgerð upp hjá Vónini í Havn, á Vónini skulu teir eftirhyggja trolini, ímeðan Polar Nanoq er í Danmark á verft, tað kemur helst at taka uml. 3 vikur á verftinum.
Polar Nanoq hevur last, teir hava fiskað tosk og kongafisk, sum teir skulu landa í Danmark, áðrenn teir fara á verft.
Polar Nanoq loysir aftur av Havnini í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald