2015-09-25 19:48
Pól Skarðenni hevur listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík
Ferniseringin verður nú fríggjadagin tann 25. sept. og framsýnigin heldur fram til týsdagin tann 29. sept.
Opið er hvønn dag millum kl. 12.00 og 18.00.
Pól arbeiðir við fleiri ymiskum tøknum.
Plain air (Málningar málaðir úti á staðnum) eru allir olja á lørift, málaðir við pensli og spartli.
Inni í atelierinum, málar hann bæði við akryl og olju, onkuntíð byrji eg við akryl, og endi við olju. Ein annar møguleiki er at brúka reint akryl, pigment í pulvurformi, cement og fortjúkkilsisevni, sigur Pól í stuttari viðmerking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald