2016-09-30 19:47
FSF: Fyrr í vikuni kunngjørdi Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, føroyska hópin til dystirnar ímóti Lettlandi og Portugal.
Men nú tríggjar dagar undan fráferð hevur Róaldur Jakobsen givið avboð. Miðvallarin úr B36 er upptikin við skúlagongd, og verður tí ikki við í ferðalagnum, sum mánamorgunin setir kós ímóti Riga í Lettlandi.
Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Pól Jóhannus Justinussen úr NSÍ.
HM-undankappingardysturin millum Lettland og Føroyar verður á Skonto Stadion í Riga í Lettland fríggjakvøldið klokkan 19:45, føroyska tíð.
Mánakvøldið 10. oktober klokkan 19:45 spæla Føroyar og Portugal á Tórsvølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald