VIDEO: Annar av venjarunum hjá U17-landsliðnum við dreingjum, Pól F. Joensen, letur væl at umstøðunum í Kroatia. FSF Varpið fekk orðið á venjarin undir venjingini mánadagin.
U17-landsliðið við dreingjum fyrireikar seg í hesum døgum til EM-endaspælið, sum næstu dagarnar er á skránni í Zagreb í Kroatia. Føroyar eru í bólki saman við Skotlandi, Fraklandi og Ungarn.
Føroyski hópurin kom til kroatiska høvuðsstaðin seinnapartin sunnudagin, og síðani hevur liðið vant tvær ferðir. Og sum heild verður latið væl at umstøðunum, bæði hvat hotelli og venjingarvøllum viðvíkur.
FSF Varpið er við á ferðini í Kroatia, og undir venjingini mánadagin fingu vit orðið á Pól F. Joensen, ið saman við Áka Johansen stendur á odda fyri føroyska liðnum. Pól F. vónar at fáa stig í fyrsta dystinum, sum er ímóti Skotlandi mikudagin 3. mai klokkan 11:00, føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald