JN

Poetikus vitjar skúlar kring landið

...

2015-03-09 16:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Komandi vikuna fer Aldubáran at spæla skúlakonsertir kring landið. Á skrá er tónleikaævintýrið Poetikus, sum Edvard Fuglø hevur skrivað og myndprýtt.

Søgan er um einsamalla mannin Poetikus sum fáur dámar. Poetikus býr í einum vita langt burturi frá fólki. Tað dámar honum best. men óveðursnætur venda upp og niður á øllum lívinum hjá Poetikusi.

Tað eru teir báðir Páll Sólstein og Andras Olsen sum hava gjørt tónleikin og Jensina Olsen sigur søguna. Eisini fer Andras Sólstein at greiða frá um vitar i Føroyum, og hvønn týdning hesir hava havt og enn hava.

Tey sum manna Aldubáruna eru: Jón Festirstein violin, ??lavur Jakobsen, guitar, Agnar Lamhauge bass, Andrea Heindriksdóttir floyta, Martin Mouritsen klarinett, Páll Sólstein horn, Andras Olsen trombone og ??lavur Olsen trompet

Vitjað verður á Sandi, í Leirvík, í Havn, í Sørvági, í Vestmanna, í Klaksvík og á Toftum.

Umframt skúlasýningar, verður eisini almenn sýning í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 11. mars kl. 19.00. Atgongumerki á kr. 75 fáast á www.nlh.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder