JN

Poesikvøld í Marghøllini í Sørvági

....

2017-03-25 16:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í sambandi við altjóða poesidagin skipar bókasavnið í Sørvági fyri poesikvøldi 

mánakvøldið 27. mars, klokkan 19.30.

Tveir yrkjarar koma á gátt.

 

Sissal Kampmann, ið er í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið 'Sunnudagsland'

 

Beinir Bergsson, ið júst hevur givið út sítt fyrsta yrkingasavn 'Tann lítli drongurin og beinagrindin'.

Tey fara at lesa upp og prátað verður við tey um at yrkja.

Eisini fer Lea Kampmann at spæla og syngja nøkur løg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder