Í skjótt 40 ár eru blóðroyndir av at kalla øllum nýføddum føroyskum børnum goymdar á PKU-kortum í einum biobanka hjá Statens Serum Institut. Royndir at fáa tilfarið heim hava higartil verið til fánýtis, men nú hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum biðið danska heilsumálaráðharran um at taka málið upp.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, vil nú hava føroysku PKU-kortini, sum eru blóð-screeningar av nýføddum børnum, heim til Føroya at varðveita og at vera til taks at brúka í føroyskum granskingarhøpi. Í tí sambandinum hevur hann vent sær til danska starvsbróður sín, Magnus Heunicke, at biðja hann taka málið upp.
Síðan 1982 eru øll foreldur at nýføddum børnum í danska kongaríkinum spurd, um tey vilja, at ein sonevnd PKU-blóðroynd verður tikin av barninum at kanna, um barnið hevur ávísar álvarsamar sjúkur.
PKU-kortið er uppkallað eftir eini serstakari ílegusjúku, ið nevnist PKU (phenylketonuri) ella Føllings sjúka, men við blóðroyndini, sum verður tikin í hælinum á nýfødda barninum, verður eisini kannað fyri fleiri aðrar sjúkur.
Næstan øll foreldur siga ja til kanningina, og blóðroyndin verður síðan goymd og skrásett á einum PKU-korti. Síðan skrásetingin byrjaði, eru øll kortini, eisini tey føroysku, goymd í einum biobanka hjá Statens Serum Institut í Danmark.
Føroyska heilsuverkið hevur í fleiri ár roynt at fáa hetta tilfarið heim, men tað hevur higartil verið til fánýtis. Tí hevur landsstýrismaðurin nú gjørt av at taka málið upp á politiskum stigi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald