14.s.e.trinitatis (t.e. 6. september) Sandavágur kl 11.00, Marjun í Kálvalíð og Inga Poulsen Dam.
Samtíðis verður skipað fyri eini pílagrímsgongu, sum byrjar við gudstænastuni í Sandavági kl 11.00
Pílagrímsgonga í Vágum.
Sunnudagin 6. sept. verður skipað fyri pílagrímsgongu í Vágum.
Byrjað verður í Sandavágs kirkju kl. 11,00.
Síðan fara tey, sum ynskja at luttaka í gonguni avstað áðrenn gudstænastan endar. Farið verður eftir Dalagøtu í Sandavági niðan á Skarð. Tínæst niðan undir Húsafellið út eftir ??ksl út í Botn. Hyggja at Toftini, har fólk krógvaðu seg fyri sjórænarunum. Haðan verður farið oman við Skoragarði, oman at Niðastuskoragarði. So heim eftir vegnum.
Tá verður høvi at fáa ein drekkamunn í Menigheitshúsinum í Sandavági.
Prestarnir Marjun í Kálvalíð og Inga Poulsen Dam hugleiða á túrinum og Heini Petersen er frásøgufólk.
??ll eru vælkomin at verða við. Túrurin tekur uml. tríggjar tímar og er ein rímiliga lættur túrur. Gott er eisini at hava ein matpakka við.
Prestarnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald